Í jútlendska heiðalendinum er gleðin stór. Fótbóltsstoltleikin FC Midtjylland hevur vunnið 2-1 á Manchester United í Herning, og miðjútlendingarnir eru ikki uttan møguleikar at vinna seg víðari í áttandapartsfinalurnar í Europa League. Um júst eina viku skal FC Midtjylland verja 2-1 leiðsluna á Old Trafford leikvøllinum í Manchester.
Louis van Gaal, sum enn er høvuðsvenjari hjá Manchester United hevur nú funnið fram eina dramatiska umbering fyri tapinum hjá Manchester United ímóti FC Midtjyllandi.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr Louis van Gaal skylda uppá "lógina hjá Murphy", sum orsøk fyri pínliga tapinum hjá enska stórfelagnum í Herning í kvøld. Van Gaal viðgongur tó, at í seinna hálvleiki hekk ikki nógv saman hjá United.
Tað er rásin "Beanyman Sports", sum hevur lagt samrøðuna við Louis van Gaal út á YouTube.