Van Gaal fer veruliga at keypa inn

Høvuðsvenjarin hjá Manchester United siktar eftir nøkrum profilum í La Liga

Tað nærkast alsamt, at flytingarvindeygað í Premier League letur upp, og søgurnar um spælaraflytingar vaksa bara. Og eftir tí, sum frættist so ætla Manchester United og høvuðsvenjari felagsins, Louis van Gaal veruliga at keypa inn nú. 

 

Spanska blaðið "Fichajes" veit at siga, at Manchester United hevur verið í samráðingum við kenda umboðsmannin, Jorge Mendes um at fáa í lag, at kolumbianska miðvallarstjørnan, James Rodriguez kann flyta úr Real Madrid til Manchester United. James Rodriguez og høvuðsvenjarin hjá Real Madrid, Rafael Benitez sita ikki væl um sátt, og tí ynskir James Rodriguez at sleppa aðrastaðni at spæla fótbólt.

 

Enska blaðið "Daily Star" heldur seg í sínum lagi vita, at Manchester United er til reiðar at leggja eina upphædd á borðið, sum er beint omanfyri eina miljard krónur í okkara peningi fyri at tryggja sær undirskriftina hjá walisiska stórspælaranum, Gareth Bale. Sama blað skrivar eisini, at Manchester United skal verða til reiðar at lata eina upphædd, sum svarar eina hálva miljard krónur í okkara peningi fyri at lokka Arjen Robben úr Bayern München til Manchester United. 

 

Tað frættist eisini, at Manchester United roynir at tryggja sær 16 ára gamla sveisiska álopstalentið, Lorenzo Gonzalez, sum hevur sáttmála við Servette í Sveis.