Van Gaal er í øðini

Hollendski venjarin hjá Bayern München, Louis Van Gaal, hevur givið til kennar, at hann milt sagt er í øðini inn á týska landsliðsvenjaran, Joachim Löw, tí hann hesa vikuna hevur kravt at fáa allar teir HM-aktuellu spælararnar innkallaðar til kropsliga venjing í fýra dagar. – Hetta er púra svakt. Fýra dagar eru long tíð, tí eg skal sjálvur fyrireika mítt lið til ein dyst, sigur rísni Van Gaal.