Danijel Pranjic hjá Bayern München skeyt brotssparkið, sum er orsøkin til, at málverjin hjá Manchester United ikki fær spælt bólt teir báðar næstu mánaðirnar.
Tað var til sonevndu Audi Cup í München í Týsklandi, at skaðin hendi, og tað er heimasíðani bold.dk, sum endurgevur almennu heimasíðuna hjá Manchester United fyri hesi tíðindi.