Fótbóltur
Hollenski landsliðsvenjarin, Marco van Basten, var ein errin maður, tá hansara lið fyri fyrstu ferð í trý áratíggju hevði vunnið á Italia.
- Eg eri sera errin av mínum liði. Vit hava vunnið á Italia – heimsmeistarunum. Og hetta er ein søguligur sigur, tí eg haldi ikki, at tað er komið fyri fyrr, at Holland hevur vunnið 3-0 á Italia.
Undir HM-kappingini í Týsklandi gjørdist vátt í reiðrinum millum van Basten og hollendsku álopsstjørnuna, van Nistelrooy, sum als ikki varð úttikin í eitt ár. Júst Nistelrooy skoraði fyrsta hollendska málið, men van Basten vildi tó ikki leggja alt ov nógv í gamla stríðið.
- Eg eri ein sera fegin maður, tí liðið spældi sum eitt lið. Vit manglaðu eisini ein spælara sum Robben, men liðið stríddist bara tað meira, var tað, sum venjarin vildi siga um hetta.
Off-dagur
Lagið hjá Roberto Donadoni var sjálvandi ikki eins gott, sum tað var hjá fyrrverandi liðfelaganum í Milan.
- Vit høvdu ein off-dag. Dysturin byrjaði illa, og hann endaði ræðuligt fyri okkara viðkomandi. Tí sjálvandi ynskir eingin at byrja eitt endaspæl við at tapa 3-0, segði Donadoni.
- Eg var ikki tikin av bóli av álopsspælinum hjá Hollandi. Teir spældu júst soleiðis, sum vit roknaðu við. Men fyrsta málið ger tað trupult hjá okkum, og við næsta málið eru vit ov naivir við ov nógvum fólki frammi á vøllinum. Eg haldi tó, at vit stríddu okkum væl aftur í dystin, men hetta var bara ikki dagurin, segði Roberto Donadoni.










