Vampýrella

Ein spennandi myndabók hjá Edwardi Fuglø er komin í bókhandlarnar

Við flottum, litríkum myndum sigur Edward søguna um teir báðar beiggjarnar, sum eru farnir at ivast í, um systirin Ella er sum onnur, ella um hon er ein vampýrur. Knappliga fer Ella at broytast, og beiggjarnir fylgja við í hesi ørkymlandi broytingini, sum fær teir at ógvast við.?Edward megnar at siga eina spennandi søgu um børn, sum hava hugflog og eisini um hetta, at tað kann vera trupult at skilja ta broyting, sum fer fram við einum tannáringi. Tað kann viðhvørt kennast eitt sindur óhugnaligt.?
Bókin er 32 blaðsíður, og hetta er triðja myndabókin eftir Edward Fuglø, sum hann hevur skrivað og myndprýtt sjálvur.?
Ein myndabók til tey 5-10 ára gomlu.