Rúsan skal missa einkarrættin at innflyta rúsdrekka. Tað halda tey í ferðavinnufelagnum. Og nú løgtingsval er, heita tey á nývalda Løgtingið at broyta rúsdrekkalógina, so at Rúsan missur einkarrættin til at innflyta rúsdrekka.
Tað hevur annars verið eitt grundleggjandi prinsipp í okkara rúsdrekkalóg, at Rúsan skal hava einkarrætt at innflyta rúsdrekka. Men Ferðavinnufelagið sigur, at hetta er ein skipan, sum darvar ferðavinnuni illa.
Tey siga, at ongastaðni í londunum rundan um okkum, eru fortreytirnar hjá matstovuvinnuni at útvega sær vørur, so vánaligar sum í Føroyum, siga tey. Tey vísa á, at í fleiri norðurlondum er einkarsøla, men tey hava ikki einkarkeyp, tí har kunnu tey, sum hava skeinkiloyvi, keypa inn frá øðrum enn einkarsøluni.
- Núverandi støða við einkarinnkeypi er tarnandi fyri kappingarførið hjá matstovuvinnuni, sum frammanundan er ein útreiðslutung vinna, suga tey.
Tey leggja afturat, at skulu vit hugsa um rúsdrekkanýtsluna tað ikki mun um ein matstova keypir frá eini heilsølu, Rúsdrekkasølu Landsins ella innflytir sjálv.
Men sum støðan er í dag, er einkarrætturin hjá Rúsuni ein fløskuhálsur hjá matstovuvinnuni í royndini at hava ein skynsaman rakstur, og tí vil vinnan sjálv sleppa innflyta og keypa rúsdrekka fyri at tryggja eina góð tænastu, sigur Ferðavinnufelagið.
Í roynd og veru er ferðavinnan ein útflutningsvinna, sum er í harðari kapping við tænastur uttanlands. Í rúsdrekkahøpi er einki annað land í norðurlondum, sum hevur ta skipan, vit í Føroyum hava við einkarinnkeypi av rúsdrekka, sigur Ferðavinnufelagið.