Bert í Turkmenistan og Zimbabwe stendur valutan seg verri enn í Íslandi, har krónan seinasta árið er follin 45% mótvegis evruni. Bara seinastu vikuna hevur fallið verið 14% Búskaparliga støðan í Íslandi tykist alt meira ótrygg, nú stjórnin arbeiðir við at upptaka lán fyri at styrkja um gjaldførið, soleiðis at ein búskaparligur bjargingarpakki kann setast saman.
Talan er tó ikki um lætta uppgávu, sigur Trygvi Herbertsson, fíggjarligur ráðgevi hjá stjórnini.
- Vit arbeiða dag og nátt við at útvega neyðuga gjaldførið, og vit vænta, at hetta fer at eydnast, uttan at fáa hjálp úr altjóða gjaldoyragrunninum, IMF. Vit eru eitt ídnaðarsamfelag, og mált eftir inntøku fyri hvønn íbúgva er fimta ríkasta land í heiminum, og vit rokna við at koma á mál við okkara við okkara arbeiði.
Hann leggur afturat, at hann metir tað ikki vera neyðugt at bjarga øðrum bankum á sama hátt, sum tað longu er gjørt við Glitnir. Hetta tí hinir bankarnir eru munandi betur fyri.
Hinvegin eru útlendskir fíggjarserfrøðingar ikki eins bjartskygdir.
- Talan er um valutakreppu í fagrasta blóma. Íleggjarar hava mist álitið á íslendska fíggjarkervið, og miðbankin hevur als ikki ráð at bjarga øðrum bankum á sama hátt, sum gjørt varð við Glitnir, sigur Carl Hammer frá svenska SEB við heimasíðuna, EPN.
Inflatiónin í Íslandi er nú 14%, og tað er tað mesta í 18 ár, og búskaparfrøðingar óttast, at inflatiónin kemur heilt upp á 20%.