Tað gjørdist talan um eitt gott kvøld hjá føroyingunum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali vunnu ein rimmar sigur á útivølli móti verandi meistarunum, FH.
Í Kaplakrika-høllini á Hafnarfirði eydnaðist tað Vali at vinna sannførandi 30-23 sigur á FH. Í steðginum var Valur bert á odda við einum máli, 13-12, men í seinna hálvleiki lá munandi betri fyri hjá valsarunum.
Bjarni skoraði fýra mál og Allan skoraði eitt mál.
Liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding tók í kvøld móti Fram í Mosfellsbær.
Tað eydnaðist Afturelding at vinna dystin 34-29. Í steðginum var Afturelding á odda við fimm málum, 19-14, og tað eydnaðist teimum at halda munin í seinna hálvleiki.
Hallur var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Afturelding.
Í annaðkvøld klokkan 20.30 spælir liðið hjá Jóhannes Björgvin, Stjarnan dyst á útivølli móti Fylkir.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | +/- | Stig |
1 | Grótta | 5 | 4 | 0 | 1 | 156:148 | 8 | 8 |
2 | FH | 6 | 4 | 0 | 2 | 171:170 | 1 | 8 |
3 | Haukar | 6 | 3 | 1 | 2 | 190:178 | 12 | 7 |
4 | Afturelding | 5 | 3 | 1 | 1 | 158:140 | 18 | 7 |
5 | Fram | 5 | 3 | 0 | 2 | 167:154 | 13 | 6 |
6 | Valur | 5 | 2 | 1 | 2 | 155:143 | 12 | 5 |
7 | ÍBV | 5 | 2 | 1 | 2 | 154:149 | 5 | 5 |
8 | Stjarnan | 4 | 2 | 0 | 2 | 110:111 | -1 | 4 |
9 | HK | 5 | 1 | 1 | 3 | 148:149 | -1 | 3 |
10 | ÍR | 5 | 1 | 1 | 3 | 150:155 | -5 | 3 |
11 | KA | 5 | 1 | 0 | 4 | 128:158 | -30 | 2 |
12 | Fjölnir | 4 | 1 | 0 | 3 | 104:136 | -32 | 2 |