Valur tapti oddauppgerðina móti FH

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali eru fimm stig aftanfyri oddaliðið, FH nú

Hóskvøldið var oddauppgerð í Kaplakrika-høllini á Hafnarfirði millum FH og liðið hjá Allani Norðberg, Valur.

 

Tað eydnaðist FH at vinna dystin 32-28. Í steðginum var FH á odda 16-13.

 

Í seinna hálvleiki var støðan 26-23 tað nærmasta Valur kom leiðsluni hjá FH.

 

Allan gjørdist við fýra málum næstbesti málskjúttin hjá Vali. Benedikt Gunnar Óskarsson gjørdist toppskjútti hjá Vali við átta málum.

 

Mánakvøldið spælir Valur móti Afturelding á útivølli áðrenn farið verður til ein vetrar og HM-steðg.

 

Støðan:

 

 Nr.LiðDystirVJTMálmunurStig
 1FH131111409:34623
 2Valur12903384:32718
 3Afturelding12813368:32317
 4ÍBV12813388:35317
 5Fram12714370:36315
 6Haukar13607370:34512
 7Grótta13508360:38510
 8KA12426332:35210
 9Stjarnan13418351:3869
 10HK13319338:3797
 11Víkingur12309300:3446
 12Selfoss133010322:3896