Valur kiksaði á Hafnafirði

Eftir at tað leingi hevur gingið strúkandi hjá Vali við trimum føroyskum landsliðsspælarum á liðnum, hilnaðist tað ikki so væl í kvøld.

Valur vitjaði á Hafnafirði, har FH tók ímóti í Kaplakrika. Heimaliðið vann 3-2, eftir at Valur í hálvleikinum var á odda 2-1. FH legði seg á odda, tá ið lítið korter var farið, men Valur svaraði aftur, og lítla løtu undan hvíldini skoraði Christian R. Mouritsen, tá ið hann var fyrstur á returbólti.

Tíggju minuttir eftir steðgin varð ein av heimamonnunum vístur av vøllinum, og tá sá ljóst út hjá Vali. Ofta vísir tað seg, at tað liðið, sum verður undirmannað, fer at spæla yvir evni, og soleiðis var tað í kvøld. FH javnaði til 2-2 beinanvegin eftir útvísingina, og seytjan minuttir undan leikloki skoraði FH sigursmálið.

Síðsta korterið trýsti Valur, men trýstið bar ikki mál við sær.

Úrslit í 12. umfari: Þór-Víkingur R 6-1, Fram-ÍBV 0-2, Grindavík-Fylkir 1-4, Stjarnan-Keflavík 2-3, KR-Breiðablik 4-0 og FH-Valur 3-2.

Støðan: KR 27, Valur 23, ÍBV 22, FH 19, Stjarnan og Fylkir 18, Keflavík 17, Breiðablik 15, Þór 14, Grindavík 11, Víkingur R 7 og Fram 6.

KR og ÍBV hava spælt ellivu dystir, og hini liðini hava øll spælt 12 dystir.