Valur er eitt stig frá oddinum

Liðið hjá Allani Norðberg vann stórsigur á HK

Mikukvøldið tóku Allan Norðberg og liðfelagarnir móti HK í dysti á heimavølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Valur vann stórsigur 39-24. Í steðginum var Valur á odda 18-14.

 

Valur er næstfremst í deildini við 26 stigum, bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, FH.

 

Sunnudagin klokkan 16 spælir Valur dyst á útivølli móti Stjörnuni.