Valstemningurin burtur

Kári á Rógvi er millum politikararnar, sum hava leitað sær inn í Miðlahúsið at verða við á valcaféini.

Hann heldur, at tann stemningur, sum plagdi at eyðkenna valdagar fyrr, ikki er til í dag.

- Nú er valstríðið so av, so nú er bara at njóta tað, ið eftir er av degnum. Men eg má siga, at alt er vorðið ov professionelt, tað eru ov fá slagorð og ov nógvar plakatir, heldur Kári á Rógvi.

Hann vísir á, at nú skulu professionellir fotografar taka myndirnar.

- Tann tíðin tykist tíverri at vera farin, tá tú heitti á ein vinmann um at hjálpa til við at tekna eina festliga plakat, sigur Kári á Rógvi.