Valsendingin í samband við kommunuvalið verður IKKI teknmálstulkað til fulnar

Í tíðindastubba á heimasíðuni hjá KVF, er kunngjørt at valsendingin  í samband við kommunuvalið  10. novembur verður teknmálstulkað. Hetta sambært landsstýrismanni Jenisi av Rana.

Løgin varping, serliga tá KVF væl veit,  at ikki øll valsendingin verður tulkað til teknmál, og stroymd á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.  Sendingin verður ikki tulkað eftir kl. 21.00. Tað  merkir at teknmæltir veljarar og hyggjarar av stroymingini annars, mugu gita sær til úrslitini, ið koma inn aftan á kl. 21.00.  Í sjónvarpsskránni er sendingin sett at vera frá kl. 19-00.20 -   So tveir tímar  verða tulkaðir.

Rætt er tað, at alt ov fáir tulkar eru í starvi í Teknmálstulkatænastuni. Tó , mugu vit í Deyvafelag Føroya gera vart við at vit 20 oktober mintu ábyrgdarfólk í Kringvarpinum á, at fáa sendingina valkvøldið teknmálstulkað.  Hetta hevur stovnurin skyldu til sambært galdandi public service sáttmála,  og tey hava  stóra fígging til endamálið.

Tað er ikki ein nýggj vitan hjá Kringvarpinum, at tað eru  ov fáir tulkar í starvi hjá  Teknmálstulkatænastuni.  Tann trupulleikan hava Deyvafelagið of KVF umrøtt á fleiri fundum, og eisini tosað um møguleikan at KVF setur seg í samband við tulkar, ið ikki longur eru í starvi hjá Teknmálstulkatænastuni,  fyri at kanna møguleikan at fáa tulkað tíðindi,   um so er at  almenni veitarin,  ikki fær veitt tænastuna. 

Kringvarpið vendi sær til Deyvafelagið  seint seinnapartin 9 novembur, og segði frá , at ikki øll vælsendingin bleiv tulkað. Vit vendi okkum til tulkar bæði úti og heima, men  tíverri var skotbráðið ov stutt, og tað eydnaðist ikki at skaffa tulk til restina av kvøldinum.

Teknmæltir borgarar eru við sviðið soð, tá talan er um at fáa nýggj tíðindi og kunning. Sum er,  verður  ongin tíðindasending  -  uttan koronakunningar frá Landsstýrinum – varpað beinleiðis. 

Dagur og Viku sendingar eru tíverri fleiri dagar gamlar áðrenn tær vera tulkaðar og stroymdar.   

Vit mugu vóna at tíðindi um kommunuvalið verður varpað á teknmáli, áðrenn løgtingsval verður útskrivað næstu ferð !

Deyvafelag Føroya  minnir á, at føroyskt teknmál er viðurkent  alment føroyskt mál,  og at allir borgarar í Føroyum eiga at hava eins atkomu til tíðindi og kunning.

Gott val

Við kvøðu

Deyvafelag Føroya