Valrætt í 100 ár

Í morgin, grundlógardagin, eru júst 100 ár, síðani valrætturin hjá kvinnum varð festur í grunndlógina.

Í morgin, 5. juni, eru 100 ár síðani kvinnur fingu staðfest sín valrætt í donsku grundlógini. Stríðið byrjaði í endanum av 19. øld, og 5. juni 1915 var stór hátíðargonga á Amalienborg Slotsplads.

 

Mett verður, at áleið 12.000 fólk gingu í hátíðargonguni, til tess at hátíðarhalda eina stóra broyting í donsku grundlógini. Nú varð tað nevniliga gjørligt hjá kvinnum at greiða sína atkvøðu til danska fólkatingsvalið.

 

Í dag - 100 ár seinni - er áleið 40 prosent av donsku tingmanningini kvinnur.

 

Longu árið eftir var løgtingsval í Føroyum, og kundu føroysku kvinnur tá á fyrsta sinni greiða atkvøðu til Løgtingið, áðrenn donsku kvinnurnar fingu høvi.

 

Í 1964 fekk fyrsta kvinnan sæti á tingi - tó bert sum varaumboð. Um 20 ár seinni, í 1985, gjørdist fyrsta kvinnan landsstýrisfólk, og í 1993 varð Marita Petersen fyrsti – og higartil einasti – kvinnuligi løgmaður.

 

Í dag eru 10 av 33 føroyskum løgtingslimum kvinnur, og eitt av sjey landsstýrisfólkum er kvinna.

 

Sigga Óladóttir Joensen, forkvinna í politiska javnstøðu-felagsskapinum Demokratia, heldur kortini ikki, at stríðið er komið á mál, nú 100 ára dagurin fyri valrætt er í morgin.

 

Hon var gestur í tíðindunum á Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.