Valplakatir til ampa fyri ferðsluna

Løgreglan hevur heitt á býráðið um at taka valplakatir niður, sum eru til ampa fyri ferðsluna Í gjárkvøldið tók vegadeildin hjá Tórshavnar Býráð fleiri plakatir niður, sum vóru til ampa fyri ferðslutrygdina.

Talan var um plakatir, sum krógvaðu ferðsluskilti, serliga í rundkoyringum, men eisini í miðrabattini við SMS.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at talan bet var um smávegis trupulleikar, har plakatir tóku útsýnið frá ferðsluskiltum, og at hetta vóru plakatir frá øllum flokkum.

Av vegadeildini hjá Tórshavnar kommunu vátta tey, at tey ? eftir áheitan frá løgregluni ? tóku fleiri plakatir niður í gjárkvøldið, og at tey ikki av sínum eintingum ganga runt og kanna, um plakatir eru til ampa fyri ferðsluna. Men tá tey fáa áheitan frá løgregluni, taka tey plakatir niður.

Sum nevnt er hetta serliga ein trupulleiki í rundkoyringum, har tær partvís krógva fyri skiltunum, og partvís eru til ampa fyri fótgangarar, verður sagt av vegadeildini hjá Tórshavnar kommunu.