- Føroyingarnir eru góðir taktiskt, og teir stríðast væl. Orðini eigur sveisiski miðvallarin, Valon Behrami, sum vinnur sítt breyð við Watford í ensku Premier League.
Valon Behrami heldur, at tað var sera torført at bróta føroyingarnir niður. Men við tveimum góðum málum eydnaðist tað.
Valon Behrami heldur tað hava verið eina jaliga uppliving at vitja Føroyar. Sambært Valon Behrami er eitt av nógvum góðum tingum, sum fótbólturin gevur, at ein kann sleppa at ferðast til nógv spennandi lond.