Vallyftir í eygsjón

– fyrri partur

Signhild V. Johann­e­sen, forkvinna í mentan­ar­nevnd­ini og býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum
-----

Eg fari her í tveimum grein­um, at greiða frá virk­sem­i­num hjá Javn­að­arflokkinum í Klaks­víkar býrað hesa val­set­una, ið nú hevur vart góð­ar 8 mánaðar. Fari at líta aftur á tað vit longu hava fingið frá hond­ini, og eisini hyggja fram­eftir og greiða frá, tí vit ar­beiða við í løtuni, og tað sum ætlanin er í komandi fram­tíð.
Í hesi grein greiði eg frá vakstr­ar­kanningini, nýggjar møgu­leik­ar innan fjarlestur, fjøl­táttaðari íbúðarbygging á sand­i­num og fíggjarligan lætta til barnafamiljuna. Í míni næstu grein fari eg at greiða frá ítróttarøkinum, at prýða kommunalar bygn­ing­ar við listaverkunum, m.a. Ósa­skúl­an, og fíggjarligt skyn­semi hjá Klaksvíkar komm­unu.

Vakstrarkanning
Klaksvíkar kommuna gjørdi eina kanning um, hví í­búgv­ar­a­talið í kommununi ikki hækk­ar og um, hvat skal til fyri at fáa fólkatalið í komm­ununi at vaksa. Nið­ur­støð­an varð millum ann­að, væntandi fjølbroyttir bú­stað­ar­møg­­u­leikar og lestrarmøguleikar. Hetta hevur sitandi býráð, valt at gera nakað við.

Fjarlestur
Býráðið samtyktið 20. juni í ár, at fara undir at veita fjar­lest­ur. At vit sum kommuna vilja skapa eitt fjølbroytt lestr­ar­um­hvørvi letur upp fyri ó­trúliga nógvum nýggjum møgu­leikum. Ongi mørk og ong­ar forðing fyri hvat einlig for­eldur, heima­gangandi for­eld­ur, sjómenn ella ung­dóm­ar, kunna nema sær av útbúgving, utt­an at neyðugt er at flyta úr tí trygga og heimliga um­hvørv­i­num. Tilboðið til fjarðlestur er í stoyp­i­skeiðini, væntandi verður kom­ið á mál innan ikki alt ov langa tíð. Býráðið hevur valt eitt trýmannaðstýrið, sum skal hava ábyrgd av at játt­anin verður brúkt rætt, og at borgarin fær tað sum bý­ráðið ætlar við einum fjar­lestr­a­depli.

Fjøltáttaða íbúðarbygning
Mánadagin 2. septembur bór­ust tey gleðiligu tíðindir, at Bústaðir í samstarvið við Klaksvíkar kommunu hevði ætlanir at byggja 30 leig­u­íbúðir á sandinum í Klaks­vík. Eisini á hesum øki, hevur meirilutin i Klaks­víkar býráð miðvíst arbeitt fram ímóti at fingið eina loysn. Haldi at tað er av stór­um týdningi, at hesar leigu­í­búðir ­ikki eru ætlaðar ávís­um samfelagsbólkum, men her skal verða pláss fyri ung­um sum eldri, familjum sum støkum, og fólkið ið bera brek. Vit hava so nógv at læra og geva hvørjum øðr­um, og fáa eisini forstáilsi fyri hvørjum øðrum.
Soleiðis skrivaði eg mill­um annað í eini blaðgrein til valið 2012:
“Tá tey ungu skula venda heim aftur, hava tey møguliga funn­ið onnur lívsvirðir, enn tey vit eru uppvaksin við. Tað er ikki neyðugt at eiga síni egnu stóru hús, bilurin er held­ur ikki so átrokandi o.s.fr. Tí má og skal kommunan rað­festa tørvin hjá hesum fólk­u­num, um hon ynskir at fáa fólk­a­tal­ið at hækka.
Vit skulu leggja øki í bý­num út til íbúðarbygging. Øk­i­ni skulu helst vera so nær miðbýnum sum gjør­ligt, so ikki er neyðugt at hava bil. Við at fólk fáa møguleikan at búgva bí­lig­ari og meira sentralt, fáa tey eitt størri fíggjarligt ­av­lop, sum kann síggjast aft­ur í mentanarlívinum, frí­tíð­ar­lív­i­num og býarlívinum sum heild. Meira peningur fer í umfarð, og alt fleiri fólk kunnu skapa sær eitt liv­i­breyð burturúr hesum – ein dup­ult­ur vinningur.”
Tí kennist tað sum eitt av hjart­a­málunum er komið í hús, vónandi til gleði og gagns fyri borgarar í kommununi.

Lætti til barnafamiljurnar
Meirilutin í Klaksvíkar býráð hev­ur valt sum fyrsta stig, at geva smábarnafamiljum ein mun­andi lætta á heili 35% yvir komandi 4 árini. Longu í 2014 verða hesar broytingar gjørd­ar:
1) Vøggustovupláss lækka úr 2.400 kr. niður í 1.953 kr.
2) Barnagarðspláss lækka úr 1.700 kr. niður í 1.383 kr.
3) Dagrøktin lækkar úr 2.200 kr. niður í 1.790 kr.
4) Systk­i­n­a­av­slát­tu­r­in verð­ur hækkaður úr 20% upp í 25%.

Hetta vil vera við til, at tær smá­barnafamiljurnar ið her búgva, koma at hava eitt størri fíggjarligt avlop, sum vil geva teimum eitt størri rás­a­rúm til størri vælferð og trivna. Smábarnafamiljur ið skula flyta heim, fáa møg­u­leikan at velja Klaksvík av fíggj­ar­ligum orsøkum, fram um aðrar kommunur. Hetta vil vera við at skapa fólka­vøkst­ur, sum fer at geva fleiri skatt­a­krónur, sum vit so kunna deila út til enn fleiri lætt­­ar og ikki minst, fleiri trivn­­aðar og mentanarlig til­tøk.