Nú valhølini eru latin aftur, kann valnevndin í Nes kommunu fegnast um, at valluttøkan royndist væl, sum kvøldið leið.
Heilt síðan gjørt varð upp á middegi og til út móti kvøldið, var valluttøkan í Nes kommunu minni enn á løgtingsvalinum fyri fýra árum síðan.
Men, tá saman um kom, og klokkan nærkaðist 20, vóru tølini broytt, at tað endaði við eini samlaðari valluttøku á 90,8% í mun til 87,7% á løgtingsvalinum fyri fýra árum síðan.









