Nú valhølini á eru latin aftur, er greitt, at 776 fólk í Nes kommunu hava verið á vali, og tað svarar til 85,94 prosent av teimum, sum hava valrætt í kommununi.
Í allan dag lá valluttøkan í Nes kommunu væl hægri enn á seinasta kommunuvali, tá samlaða valluttøkan var 84,31 prosent.
Seinasta tíman í kvøld var luttøkan tó ikki so stór, sum roknast kundi við, tá dagurin annars verður havdur í huga, men kortini gjørdist samlaða valluttøkan hesaferð eitt vet hægri enn á valinum fyri fýra árum síðan.