Vallaraheimið í Húsahaganum tikið í nýtslu

Nýggja vallaraheimið í Havn, ið er væl útgjørt, verður opið alt árið

Vallaraheimið hjá Smyril Line í Húsahaganum er liðugt og tikið í nýtslu. Í løtuni verður arbeitt við at snøgga og hampa økið rundanum. Húsini eru uml. 600 fermetrar í tveimum hæddum. Á heiminum eru 22 kømur býtt upp í 2, 4 og 6 manskømur, í alt 98 seingjarpláss. Hentleikarnir eru góðir. Har er myntvask, góð toiettviðurskifti, køkur og matarsalur við sjónvarpi.

Eli Zachariassen, byggiverkfrøðingur, hevur staðið fyri arbeiðnum. Húsini kosta slakar fýra miljónir krónur, nú tey standa liðug.

Allan síðsta mánaða hava fólk gist á heiminum. Opið verður alt árið.

- Eftirspurningurin eftir at gista á vallaraheiminum er vaksandi. Fyrst í juni mánaði er útselt, sigur Áki Jespersen, leiðari á Ferðamannadeildini á Smyril Line.

Starvsfólk á Hotel Føroyum, ið liggur beint við síðuna av, taka sær av vallaraheiminum. Smyril Line hevur í fleiri ár rikið vallaraheim í Havn, til dømis leigað Badmintonhøllina til endamálið, men tann loysnin hevur ikki verið nóg góð.