Valkyrjurnar skipa fyri tiltaki á altjóða kvinnudegnum 8. mars, og seta kvinnur í politikki á breddan.
Valfepurin byrjar spakuliga at spreiða seg, og politisku flokkarnir gera uppstillingarlistar klárar til valið 26.03.
Valkyrjurnar heita á kvinnur um at trýna fram og seta dám á okkara samfelag!
Hoyr Súsonnu Berholdsen og Sirið Stenberg greiða frá, hvussu teirra politiska lívsleið byrjaði, og hvussu politiska tíðin hevur verið. Eisini fer Jóhan Eli L. Poulsen frá Demokratia at greiða frá einari kanning um kvinnur í politikki í Føroyum. Tiltakið verður í Auluni í Vágs skúla kl. 14.
Ásgerð Stenberg Olsen framførir nøkur løg.
-Vónandi kunnu okur kveikja fleiri kvinnur til at trýna fram. Okur síggjast 8. mars, siga Valkyrjurnar í Suðuroynni í tíðindaskrivi
.##med2##











