Í sambandi við ársenda hevur heimsins størsta online sølumiðstøð, Amazon.com, sertilboð av ársins bestu fløgum, ein av teimum er Valkyrja hjá Týr.
Listin, ið er bygdur á afturmeldingar og ummælir frá kundum hjá Amazon, gevur Týr fýra og eina hálva av fimm møguligum stjørnum, eitt ótrúliga flott úrslit.
Vit spurdu Týr oddamannin Hera Joensen, um hvørjar tankar, hann hevði gjørt sær um hetta?
- Tað má eg siga at eg als ikki hevði væntað! Vit hava onkuntíð verið á listum fyri tónleikabólkar og útgávur av tí slagnum vit vanliga eru bólkaðir í, men um eg hyggi hvørji onnur nøvn eru á hesum listanum 'Top CDs of the year' so sæst týðuliga at hetta er ein listi fyri allar bólkar. Har eru nøvn á listanum so sum Mumford & Sons, Hank 3, Gwar, Steve Cole, Jason Newsted og Kenny Garrett so tað má sigast at umboða tónleik í sínari breiðastu merking, sigur Heri.
Týr sangarin er sjálvandi fegin um herðaklappið, ið hetta má metast sum. Men umframt heiðurin er hetta eisini sera góð marknaðarføring. Amazon viðmælir fløgurnar á listanum, og bjóðar tær til ein serprís. So hetta kann eisini hava eyka sølu við sær.