Valið stendur millum fólka- og javnaðarflokk

Hetta verður eitt val, um tað verður Anfinn Kallsberg ella Jóannes Eidesgaard skal vera løgmaður í eini komandi landsstýri sigur Jógvan Sundstein, sum heldur fríggjaríið hjá Óla Breckmann til sambandsflokkin vera sera óheppið og als ikki í tráð við avgerðina á landsfundinum herfyri, tá avgjørt varð at leggja meira á sjálvsstýrisleið

Fríggjaríið hjá oddamanni fólkafloksins Óla Breckmann til sambandið fyri opnum glugga í SVF mikukvøldið er ikki fallið í góða jørð millum allar fólkafloksmenn. Ein teirra, sum heldur, at hesi orðini vóru sera óheppin, er Jógvan Sundstein, fyrrv. løgmaður og formaður fólkafloksins.

Á landsfundi floksins herfyri varð gjørt av, at flokkurin skuldi leggja seg meira á sjálvstýrisbógv.

-Hesin nýggi boðskapurin hjá Óla Breckmann er ikki í tráð við ta avgerðina, men tað kann kanska ugga eitt sindur, at hann seinni í sendingini hálaði eitt sindur í land.

Jógvan Sundstein sigur annars, at valið komandi fer at standa millum fólkaflokkin og javnaðarflokkin. -Tað eru hesir báðir flokkar, sum koma at kappast til valið. Fólkaflokkurin hevur sum miðleingjan í føroyskum politikki møguleikan at formidla eitt samarbeiði til allar síður - sum sjálvstýrisflokkur til bæði tjóðveldis- og javnaðarflokkin og teir smáu flokkarnar - og sum ein moderatur konservativur flokkur eisini at formidla eitt samarbeiði til allar flokkar, harí eisini sambandsflokkin. Tí haldi eg, at fólkaflokkurin hevur ein góðan møguleika at standa á odda fyri einum landsstýri ella at standa einsamallur í Tinganesi .

Jógvan Sundstein sigur, at javnaðarflokkurin hevur ein tilsvarandi góðan møguleika at formidla eitt samarbeiði, tó at hann ikki kann formidla sjálvstýrissíðuna so væl sum fólkaflokkurin eigur at kunna, tí hann liggur hóast alt eitt sindur nærri sambandinum. Men sum ein moderatur sosialistiskur flokkur kann hann formidla nokk so langt yvir um miðjuna.

Tað er tí teir báðar flokkarnar, sum valið kemur at snúgva seg um, og løgmaður í Føroyum eftir valið verður antin Anfinn Kallsberg ella Jóannes Eidesgaard.

Jógvan Sundstein heldur ikki, at tjóðveldið kemur í somu støðu og so slettis ikki sambandið. -Sambandsflokkurin er alt ov bundin av at vera sambandsskur. Og hann hevur eitt ella annað í sær, sum ger, at hann er øgiliga trupul at samarbeiða við. Har eru nakrir innbygdir trupulleikar í mentalitetinum í hasum flokkinum.

Fyrrv. løgmaður sær helst fólkaflokkin einsamallan í Tinganesi men sær annars eina samgongu millum fólkaflokkin, tjóðveldisflokkin og smærri flokk. Hann útilokar tó ikki eina samgongu millum javnaðarflokkin, fólkaflokkin og ein triðja flokk.

(Lesið eisini samrøðu við Jógvan Sundstein í leygardagsblaðnum, har hann m.a. nemur við leiðsluspurningar í fólkaflokkinum og um óhepnu avleiðingarnar fyri fólkaflokkin av úttalilsum Óla Breckmans.)