Vit hava seinasta valskeið verið vitnið til niðurlaðing av politisku skipanini. Einki fær avleiðingar, og sligið verður upp í glens, óansæð hvussu álvarslig mál hava verið til viðgerðar. Vit hava upplivað stórmál verða skrumbla ígjøgnum við lítlari og ongari viðgerð. Vit hava sæð singulær lóggávu framda. Vit hava sæð hvussu vina- og kenninga politikkur artrar seg best, tá fiskiloyvið verða uppfunnin úr luftkastellum. Vit hava sæð, at við núverðandi fiskivinnulóggávu loyvað vit trælahaldi og strámannavirksemi. Vit hava sæð hvussu útlendingar fara avstað við størsta partinum av vinningsbýtinum í vinnuni. Vit hoyra hvussu serráðgevingin verður niðurgjørd á tingsins røðarapalli. Vit hava sæð hvussu skuld landsins veksur, hóast vit hava verið vælsignaði við stórum ríkidømi við uppisjóvarfiskinum.
Vit eru vitnið til eitt landssjúkrahús ið skinklar í liðunum. Vit hava fingið staðfest hvussu nógv børn í Føroyum liva í fátækarvága. Og omaná alt hava vit eisini fingið hægri blokkstuðul!
Lat okkum fáa vent hesi gongd og lat okkum geva fólki álit aftur á politisku skipanina. Hetta gera vit best við at velja ein sterkan Tjóðveldisflokk inn í Løgtingið.
Vel Paula T. P. á lista E