Nú løgtingsvalið nærkast so øgiliga, økist talið av politiskum fundum kring um í landinum.
Formennninir í flokkunum liggja vatnrættir í luftini fyri at røkka runt til tey ymsu økini.
Týskvøldið stóð Vágoyggin fyri tørni og eftir ætlan skuldu allir floksformenn møta í Vágum, men so var ikki.
Sum greitt er frá aðrastaðni í blaðnum ynsktu valevnini hjá øllum flokkum utta Javnaðarflokkinum og Kristiliga Fólkaflokkinum at klára seg sjálvi og tí vóru bert Jóannes Eidesgaard og Lassi Klein við á fundinum.
Heini Frits Petersen var valdur til orðstýrara, og hann avgjørdi, at luttakararnir báðir skuldu fáa tað tíð teimum tørvaði.
Tað er ikki bara
ríkisfelagsskapur
Tað var sjálvsagt, at tá fundurin varð hildin á Giljanesi, so fór spurningurin um undirsjóvartunnilin at koma fram.
Tað kom hann eisini, men av tí at luttakararnir vóru so fáir, so fingu teir báðir høvið til at tosa um aðrar partar av valskránni hjá flokkunum báðum.
Jóannes Eidesgaard segði, at eftir hansara meting hevur kjakið um ríkisstøðuna Føroya og Danmarkar ímillum fingið alt ov stóra rúmd í fjølmiðlunum seinastu tíðina.
? Gamaní, tað hevur stóran týdning. Men hvat við arbeiðsloysinum, pensjónunum, útjaðaraøkjunum og útbúgvingarumstøðunum, spurdi hann.
? Hava hesi ikki eins stóran týdning?
Restin av fyrsta umfarinum hjá Jóannesi Eidesgaard var tí ein gjøgnumgongd av valskránni á hesum økjum.
? Arbeiðsloysi er ein stórur trupulleiki hjá okkum í dag, segði Jóannes.
? Hugsið tykkum, tað ganga uml. 2000 fólk og hava einki at taka sær til. Hesi fólk skulu hava hjálp, og Sandoyarloysnin hevði kanska verið eitt hugskot í hesum føri, segði Jóannes Eidesgaard.
útbúgving og pensjónir
Fyri kortum varð álit um broyting í útbúgvingarstuðlinum lagt fyri tingið, men tað fall burtur, tí at val varð útskrivað.
? Tað er eitt av málum Javnaðarflokkinum, at betra um umstøðurnar hjá teimum lesandi. Tey skulu kunna klára seg fyri tann stuðul tey fáa. Tað kunnu tey ikki í løtuni.
? Eisini pensjónirnar ynskir flokkurin at gera nakað við, og m. a. arbeiða vit við ætlanum um, at vaksa um samhaldsfasta, so hann kann geva eitt ískoyti til pensjónirnar hjá teimum sum fáa »reina« pensjón.
Um privatiseringar segði Jóannes m.a. at bankin skal ikki privatiserast fyrr enn hvør króna er komin aftur í landskassan og gott og væl tað.
Javnaðarflokkurin er heldur ikki fyri at privatisera Strandferðsluna ella umsorganina fyri teimum eldru, tí tað verður bara brúkarin sum missur av privatiseringum, segði Jóannes Eidesgaard
Lassi og Vágoyggin
Lassi Klein gjørdi vart við, at sambært veljarakanningunum, so sær út til, at Kristiligi Fólkaflokkurin ikki kemur aftur á ting, men tað sær ikki út til, at Lassi er so pessimistiskur sjálvur hóast alt.
? Vágoyggin hevur altíð havt mín stóra áhuga og tað sæst best við at hyggja eftir tí eg havi gjørt fyri Vágoynna, sum landsstýrismaður, segði Lassi Klein.
? Atlantsflog kom tá eg sat sum landsstýrismaður og eg byrjaði arbeiði uppá undirsjóvartunnilin, so tit vita, hvørja støðu eg havi til tað arbeiði, segði Lassi Klein.
Eisini kom hann inn á viðurskiftini hjá pensjónistunum og hann segði m.a. at føroyskir pensjónistar eru afturútsigldir í mun til danskar pensjónistar við uml. 1000 kr. um mánaðin
Orsøkina segði Lassi Klein verða, at tað í Føroyum ikki er nakar skipaður politikkur á økinum.
Undirsjóvartunnilin
Sum nevnt var sjálvandi tosað um undirsjóvartunnil.
Lassi Klein segði beinanvegin, at hann var fyri undirsjóvartunnlinum og at tað kundi farast undir hann við teirri lógarheimild sum var frá 1988.
? Tað eru nú 10 ár síðan arbeiði varð steðgað fyribils og enn er einki hent víðari, burtursæð frá eini klossutari roynd í heyst um at koma víðari við málinum.
Jóannes Eidesgaard segði, at Javnaðarflokkurin er fyri føstum sambandi um Vestmannasund, men at hetta skal gerast við skilið.
? Tað sum varð gjørt í desember mánað, var eitt politiskt neyðaregg, ein táta til tingmenninar úr Vágum, at fáa teir at tiga, segði Jóannes.
Hann gjørdi vart við, at tað er neyðugt við skilagóðum loysnum soleiðis at tá fari verður undir uppgávuna, so verður hon førd til enda.
? Í valskrá Javnaðarfloksins stendur eisini, at farast skal undir fasta sambandið um Vestmannasund.
Svend Aage Ellefsen minti Eidesgaard á, at Henrik Old hevði lovað tað sama seinasta heyst, men tá atkvøddi Javnaðarflokkurin ímóti uppskotinum.
Til tað segði Jóannes, at tað var tí at uppskotið var eitt politiskt neyðaregg, sum ikki kann brúkast til nakað sum helst
? Pengarnir eru settir í ein grunn, men eingir pengar kunnu brukast fyrr enn lógin er smiða. Men er hon tað, ella er nakað arbeiði gjørt tí viðvíkjandi. Ikki tað eg veit, segði Jóannes Eidesgaard.
Lassi Klein tók uppaftur tað hann hevði sagt frammanundan, at hann var fyri uppskotinum um fast samband um sundið.
Løgtingið hevur játtað at fara undir fasta sambandið einaferð og tí skuldi ikki verið neyðugt at gjørt hetta enn einaferð, segði Lassi Klein.
Skattalætta
Tað var eisini tosað eitt sindur um skattalættar á Giljanesi týskvøldið og báðir vóru samdir um, at tað er rætt at geva skattalættar, men teir løgdu eina við, at tað bert skal gerast, tá samfelagið hevur ráð til tess.
? Fyri tað um landskassin hevur eitt yvirskot eitt árið, so merkir tað ikki av sær sjálvum, at tað skal gevast skattalætti, segði Jóannes Eidesgaard.
? Tað vildi verði óseriøst at bjóða skattalætta, samstundis sum vit lova hægri pensjónir, hægri útbúgvingarstuðul og betri samferðsluviðurskifti, segði Jóannes Eidesgaard.