Valið ávirkar oljuprísin

Teir seinastu dagarnar er oljuprísurin hækkaður munandi, og tað kemst millum annað av úrslitinum av forsetavalinum í Iran.

Serkøn á altjóða oljumarknaðinum rokna við, at tann nývaldi, konservativi forsetin, Mahmoud Ahmasinejad, fer at geva iranskum oljufeløgum fyrimunir fram um tey útlendsku á iranska marknaðinum. Nývaldi forsetin hevur ikki nevnt nakað um slíkar ætlanir, men eygleiðarar siga, at hansara politisku hugsjónir benda á, at hann fer at taka onkur tílík stig.

Tað er kortini ikki bara iranska forsetavalið, sum fær oljuprísin at hækka. Ein onnur orsøk er ein ávísur ótti fyri, at ov lítil olja verður á marknaðinum, tá veturin kemur, og harafturat stendur tað á hjá reinsiverkunum at fylgja við eftirspurninginum, skrivar Reuters.