Bara tað at siga upp manni og trumla ígjøgnum so stórar og kolveltandi broytingar beint fyri jól sigur ikki so lítið. Mannagongdin í hesum máli er nóg mikil avdúking í sær sjálvum av manglandi evnum til at kunna taka mál upp, viðgera tey og avgreiða tey. Lat tað vera sligið fast her, at vit á ongan hátt halda tað vera skeivt at viðgera samanlegging av stovnum, og er tað eisini ein náttúrlig sak, at bæði embætisfólk og teir stýrandi vilja vita, hvussu stovnar og tess leiðslur arbeiða. Men heldur enn at taka málið í egnar hendur og trumfa okkurt ígjøgnum, áðrenn prosessin hevur fingið loyvi til at koyra og sodna, so áttu avvarðandi í landsins leiðslu at sett út í kortið á ein meira professionellan og menniskjansligan hátt. Finnbogi Arge og leiðslan í Vinnumálastýrinum áttu saman við teimum impliseraðu pørtunum at viðgjørt málið frá A til Z. Talan átti at verið um ein dialog heldur enn um ein monolog, sum júst var tað vit sannaðu, tá landsstýrismaðurin so avgjørdur móti endanum av seinasta ári gav boð um, at so og so skuldi tað nú verða.
TÆR reaktiónirnar, sum hava verið í málinum frá fakfeløgum, starvsfólki, politikarum og frá fjølmiðlunum tala allar sama mál - uttan mun til politiskan lit. Tær siga greitt, at landsstýrismaðurin hevur ikki sett fingurin í jørðina, áðrenn hann fór undir slíkt stórt og kolveltandi uppruddingararbeiði. Hann hevur als ikki hugsað um møguligu avleiðingarnar av einvísu og fyri so vítt ?diktatorisku? framferð síni. Ein skuldi annars trúð, at ein politikarari sum FA, sum áður hevur sitið í samgongu og á tingi, kendi spælireglarnar - var maðurin, sum út frá sínum royndum á tingi nettup visti, hvussu nógv tað hevur at siga at gera forarbeiðið væl og virðiliga. Hetta snýr seg um menniskju og arbeiðspláss og ikki bert um at fremja rationaliseringog samanlegging. Hetta er ikki reinur og skerur handil út frá orðunum ?take it or leave it?.
FYRI at hetta ikki skal vera misskilt og skilt sum persónligt álop á FA skal hann vita, at vit mangan hava mett hansara úttalilsi um búskap og samfelag sum skilagóð, og at hann mangan hevur dugað at borið mál fram sakliga og siðiliga. Men í hesum máli heldur umrødda skoðsmál ikki. Tí nærum alt, sum hann hevur fyritikið sær, er vorðið víst aftur, og vit mugu byrja heilt av nýggjum. Maðurin fekk eina nøs, spurningurin er, um ikki FA átti at tikið avleiðingarnar av hesum og takka fyri seg. Veruligi taparin í øllum hesum er frákoyrdi landsverkfrøðingurin. Eftir okkara tykki átti ikki at verið helmað í í hesum stríði, fyrr enn hann aftur sat í sínum sessi. Tí tá FA saman við løgmanni og samgongu annars hava tikið alt aftur og viðgingið fatalar feilir í mannagongdini, so átti uppsøgnin av LVF eisini at verið tikin aftur. Men tað skilst, at kom slíkt krav frá eitt nú tjóðveldisflokkinum, so hevði tað ført til samgonguslit. So her mátti veljast millum LVF og samgongu. Sum fjølmiðil hava vit roynt at lýsa sjónarmiðini hjá tí ákærda, tí útstoytta, tí dømda. Tað hevur harafturímóti ikki borið til at dekka sjónarmiðini hjá ákærara og dómara, tí hesir rætt og slætt hava noktað at útalað seg.