Valhølini í Íslandi lótu aftur nú klokkan ellivu, og tað er greitt, at valluttøkan var minni enn á seinasta altingsvali og minni enn á seinasta forsetavali.
Tey eru longu farin undir at telja upp, og roknað verður við, at tey fyrstu tølini fara at koma um ein lítlan hálvan tíma.
Meiningakanningar undan valinum hava víst, at Ólafur Ragnar Grímsson verður afturvaldur til forseta.