Valið skal í rættin

Dómsvaldið í Ukraina skal nú taka støðu til eina kæru um forsetavalið, sum var tann 7. februar. Julia Timosjenko, sum tapti valið, sigur seg hava prógv fyri, at mótvalevni hennara, Viktor Janukovitj, svikaði fyri at vinna.

Í einari sjónvarpssamrøðu í gjár segði Julia Timosjenko, sum er forsætrisráðharri í Ukraina, at Viktor Janukovitj fekk meiri enn eina millión atkvøður, sum hann ikki átti.

Sambært úrslitinum hjá teirri almennu valnevndini fekk Viktor Janukovitj 3,5 prosent ella umleið 880.000 fleiri atkvøður enn Julia Timosjenko.