Norðuratlantsbólkurin í Fólkatinginum hevði glett seg til eitt aðalorðaskifti um fólkarættarligu støðuna hjá føroyingum og grønlendingum, sum skuldi verða tann 25. januar. Men hetta orðaskiftið verður nú av ongum, tí fólkatingsval skal verða tann 8. februar.
? Tað er spell, at vit ikki fingu hetta aðalorðaskifti við, áðrenn valið varð skrivað út, men Tjóðveldisflokkurin er klárur til eitt val, sigur Høgni Hoydal, sum hevur verið annað fólkatingsumboðið hjá føroyingum síðani valið í 2001.
? Royndirnar, sum vit hava havt av Norðuratlantsbólkinum seinastu trý og eitt hálvt árini, hava verið sera góðar. Vit hava fingið ein bólk í í Fólkatinginum, sum er óheftur av donsku flokkunum, og sum hevur reist nógv týðandi mál í Fólkatinginum, sigur Høgni Hoydal, sum saman við tveimum grønlendskum fólkatingslimum hevur samstarvið í Norðuratlantsbólkinum.
Avgerandi valskeið
Tað er eitt eykafloksting hjá Tjóðveldisflokkinum, sum í prinsippinum skal gera av, um flokkurin skal stilla upp á Fólkatingsvalinum í februar. Men Tjóðveldisflokkurin hevur síðani 1973 stilla upp til Fólkatingi, so tann spurningurin er í grundini bara ein avgreiðsluspurningur á einum eykaflokstingið, sum skal verða fyrsta dagin.
? Tað næsta valskeiðið í Fólkatinginum verður sera avgerandi, og tí vilja vit hava Norðuratlantsbólkin at halda fram við sínum arbeiði. Spurningurin um uttanríkisligu heimildirnar hjá føroyingunum, ein ES-grundlóg og annað gera, at brúk er fyri eini sjálvstøðugari føroyskari rødd í Fólkatinginum, sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum.
Tað er eisini eykaflokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum, sum skal gera vallistan til Fólkatingsvalið, og tað er ein meira spennandi spurningur, tá ið hugsað verður um stríðið millum Torbjørn Jacobsen og Høgna Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum er til reiðar at stilla upp aftur á Fólkatingsvalinum.










