Valið kann fáa krím

Tann 14. september er stórtingsaval í Noregi. Tað er í hvussu er ætlanin, men nú eru myndugleikarnir farnir at stúra fyri, at svínakrímið skal forða valinum Tað er kortini ikki veljararnar, sum myndugleikarnir hugsa um, men heldur tey starvsfólkini, sum taka sær av valinum og uppteljingini, skrivar NTB.

Karin Rønning hjá heilsumyndugleikunum sigur við tíðindastovuna, at myndugleikarnir eiga at leggja eina ætlan um, skal gerast skal, um svínakrímið leggur týðandi valstarvsfólk í songina.

Magnhild Meltveit Kleppa, kommunumálaráðharri, sigur, at hon hevur longu biðið kommunurnar tryggja sær, at tær hava fólk at taka til, um tey vanligu valstarvsfólkini leggjast sjúk.