Valið, ið ikki var

Fólkatingsvalið var av fyri góðari viku síðani, og sjógvurin hevur lagt seg. Eftir er ein tóm kensla, ein kensla, sum longu gjørdi vart við seg undir tí stutta valstríðnum, sum var. Tí hvat snúði hetta val seg í grundini um? Um politikk? Ja, kanska í teirri merkingini, at politisku flokkarnir vilja vera, og mugu tí eisini vera har, tá ið eitthvørt valstríð er, hóast teir sum í hesum føri duga illa at siga frá, hvat ið teir vilja fremja av veruligum politikki, fáa teir umboð á hetta fremmanda ting. Og hóast valstríðið var óvanliga dovið, so fóru næstan tríggir fjórðingar á val. Eitt rættuliga høgt tal, so veljarin ? ella ið hvussu er summir - halda tað hava týdning at seta sín kross eisini á fólkatingsvali.

Jógvan Mørkøre
?????????

Úrslitið
Tað kenna vit. Tjóðveldisflokkurin varð størsti flokkur fyri fyrstu ferð á einum fólkatingsvali. Hann hevur vunnið sær umboðan tríggjar ferðir áður, men tá hevur tað verið á øðrum plássi. Fólkaflokkurin varð næst størstur og hevur nú vunnið sær umboðan á Danatingi tilsamans 11 ferðir. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum annars liggja fremstir í hesari kapping við ávikavíst 15 og 16 umboð-anum síðani 1948, vórðu ov stuttir hesuferð. Tað er merkis-vert, at fyri fyrstu ferð í heimastýrissøguni er tað komið fyri, at hvørgin av teimum stóru heimastýrisflokkunum hevur fingið umboðan á fólkatingsvali. Tað hevur annars verið teirra beiti heldur enn beitið hjá sjálvstýris-flokkunum, sum í styttri og longri tíðarskeið vendu hesum vali bakið. Hesuferð hendi so tað, at stóru flokkarnir á sjálvstýrisveinginum struku avstað við báðum fólkatingsumboðunum. Fyri fyrstu ferð.
Luttøka
Ein grundleggjandi orsøk til, at tað kundi ganga, sum tað gekk, finna vit í tí, at í dag fæst stórt sæð eins stórur partur av sjálvstýrisveljarunum á fólkatingsval eins og av heimastýrisveljar-unum. Tað hevur ikki altíð verið so. Serliga tykist tað at hava verið ein trupulleiki hjá Tjóð-veldisflokkinum, tá ið rekast skuldi. Men tað er so líðandi broytt. Frá eini valluttøku um tey 55 prosentini, so er hon vaksin stútt, síðani allir 4 teir stóru flokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin fóru at bjóða seg fram miðskeiðis í sjeytiárunum. Ein veljarakanning í sambandi við fólkatingsvalið í 2001 vísti, at veljararnir hjá øllum flokkum løgdu dent á týdningin at hava umboð á Fólkatingi. ? Eisini um ríkis-rættastøðan broyttist!
Alt bendir á, at í dag liggur valluttøkan eini tjúgu prosent hægri, so hon nærkast valluttøkuni á løgtingsvali, sum liggur um 85-90 %. Ivaleyst er tað serliga Tjóðveldisflokkurin, sum hevur havt fyrimun av hesi broyting. Samstundis inniber tað, at kappingin millum fýra teir størstu alt meira minnir um kappingina teirra millum á løgtingsvali.
Á hesum valinum varð luttøkan kortini lakari enn á undanfarna fólkatingsvali í 2001, tá ið hon setti met við 80 prosentum. Men hon kann ikki sigast at vera lág ella vánalig, tí 72,7 % er hóast alt eitt høgt tal á fólkatingsvali. Ja, í hesum føri tað næst hægsta í eftirkrígstíð.
Men ein afturgongd upp á góð sjey prosent er ein afturgongd, ið sæst aftur, og hesuferð tykist tað serliga at hava rakt teir báðar stóru heimastýrisflokkarnar, sum hava havt trupult við at fingið sínar veljarar á val.
Sambandsflokkurin og Javn-aðarflokkurin gingu báðir aftur, ikki bert prosentvíst, men eisini í reinum atkvøðutali. Sambandsflokkurin mest ? útvið tvey túsund atkvøður av gott sjey! Javnaðarflokkurin gott hálvt túsund atkvøður, men í hansara føri verður skorið nærri at beini, tí hann hevði longu á undanfarna vali mist nakað av atkvøðum til fyrst og fremst Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Tjóðveldisflokkurin gekk fram í prosentum, hóast hann fór hálvt triðja hundrað aftur í atkvøðum. Meðan hinir tríggir, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin vóru teir, ið gingu fram bæði í prosentum og atkvøðum.
Raksturin
Nú vita vit ikki, hvørjar flytingar fóru fram millum flokkarnar á hesum valinum. Bert ein veljarakanning varð gjørd hesuferð. Tað sigur eitt sindur um áhugan hjá fjølmiðlunum fyri valinum. Seinast fólkatingsval var í 2001 vórðu 4 gjørdar innan fyri seinastu vikuna av valstríðnum.
Hesuferð varð so bert ein gjørd av Gallup. Tíverri var hon heldur pírin við upplýsingum so sum t.d. flytingar millum flokkar. So vit mugu aftur í eldri kanningar og so gita okkum til, hvat hendi hesuferð.
Í sambandi við valið í 2001 varð ein kanning gjørd, ið vísti, at umleið ein fjórðingur av teimum veljarum, sum høvdu atkvøtt Fólkaflokkin á fólka-tingsvalinum høvdu í hyggju at lata atkvøðuna fara til Sam-bandsflokkin ella Tjóð-veldisflokkin. Umleið ein helvt í part, 11-13 %.
Hjá Javnaðarflokkinum vóru tað um umleið 15 %, sum vóru á veg til Sambandsflokkin ella Tjóðveldisflokkin. Eini 7-8 % til hvønn.
Út frá hesum ? og við kanningini hjá Gallup í huga, ið gav hesum báðum flokkum, ið bløddu seinast, framgongd ? so var væntandi, at tað fór at gangast teimum væl. Har vóru veljarar, ið tað átti at borið til at fingið aftur.
Tað gekst bert Fólkaflokkinum væl og ikki Javnaðarflokkinum. So alt bendir á, at tað ikki bert miseydnaðist Javnaðarflokkinum at fáa fyrrverandi veljarar aftur frá øðrum flokkum, men at fleiri veljarar, ið lótu honum sína atkvøðu í 2001, valdu ikki at fara á val og stuðla honum hesuferð. Tað má geva honum okkurt at hugsa um. Hvat er tað, veljarar-nir vilja siga við hesum? ? Og hvørjir eru hesir veljarar?
Í Suðuroy ? og serliga í Vági ? fekk Javnaðarflokkurin ein dyggan bakkaláara. Tað undrar ikki oman á allan gangin um ætlaðu flytingina av miðnámsskúlanum. Men tað kann so ikki vera øll frágreiðingin. Veljarar eru eisini setstir aftur aðrastaðni í landinum. Spurningurin er so, um tað er sami bólkur, sum vendi honum bakið, aftaná at hann hevði sitið í samgongu 1990-1994, ið nú roynir at geva flokkinum eina ávaring. Tá var tað serliga tey tímaløntu, ið vendu honum bakið, og stovnaðu Verkamannafylkingina, tí tey mettu, at m.a. Javnaðarflokkurin hevði svikið sum arbeiðaraflokkur. Tað skerst ikki burtur, at tað var váðið hjá Javnaðarflokkinum at leggja saman við tveir borgarligar flokkar, og tað hevur heldur ikki skortað upp á mótmæli frá fakfeløgum umboðandi henda bólk, tá ið samgongan framdi fyrsta part av skattalættingarpolitikkinum.
Fólkaflokkurin fór fram og tók nakað av tí mista frá 2001-valinum inn aftur. Serliga varð valið ein dygg álitisváttan til fyrrverandi løgmann Anfinn Kallsberg. Flokkurin koyrdi eitt valstríð, har fyrrverandi løgmaður varð koyrdur fram sum tann rætti statsmaðurin at seta niður á Danating. Ein maður við teirri tyngd, sum skuldi til fyri at fáa teir tungu dreingirnar í Venstre og Konservative at lurta. Javnaðarflokkurin royndi seg við sama taktikki við at koyra Jóannes Eidesgaard fram. Trupulleikin hjá teimum var bert tann, at Jóannes er núverandi og ikki fyrrverandi løgmaður. So tann royndin fall meira ella minni til jarðar.
Tjóðveldisflokkurin kom nakað væl betur burtur úr hesum valstríði, enn hann átti at kunna gjørt sær vónir um. Eitt lemjandi innanhýsis stríð, ið hevði vart alt heystið, og framvegis esjaði sum eitt gamalt ógrøtt sár, skapti ikki tær bestu fortreytirnar fyri at kunna endurvinna fólkatingssessin. Hann kláraði kortini at halda so frægt tørn, at hóast hann misti nakað av atkvøðum samanborið við 2001, so kom hann kortini at liggja fremstur, tí Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin gingu so nógv aftur, og Fólkaflokkurin kláraði ikki at taka meira enn ein part av tí mista inn aftur.
Øðrvísi meira miskunnaleysir vóru sambandsveljarar. Ella fyrrverandi sambandsveljarar, tí afturgongdin var so mikið stór, at hann umframt at missa til sofur-nar kring landið ivaleyst eisini hevur noyðst at latið øðrum flokkum burtur av teimum mongu atkvøðunum, hann fekk á valinum í 2001. Trupulleikin hjá flokkinum at standa saman um ein leiðara, ið kann verða eitt greitt og álitisvekjandi alternativ til løgmansevnini hjá báðum samgonguflokkunum, sum eisini eru fremstu kappingarneytar um nógvar av teimum somu atkvøðunum, fekk eitt greitt mótsvar frá veljarunum. Spurningurin er so, um hann lærir av tí, men tað ber til at ivast, tí tað sum hendi, er í mangar mátar bert ein endurtøka av tí, flokkurin gjørdi móti sær sjálvum í 1998, tá ið innanhýsis ófriður søplaði burtur sigrar, hann annars stóð til bæði á fólkatingsvali og løgtingsvali á vári hetta árið.
Tveir vinnarar eiga ikki at verða gloymdir: Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin. Báðir gingu teir umleið eitt prosent fram síðani seinasta fólkatingsval. Og tað hóast teir báðir stóðu til afturgongd sambært Gallup, og kappingin gjørdist so spennandi millum teir fýra stóru, sum høvdu veruligan møguleika at fáa umboð. Teir gingu ikki bert fram prosentvíst, tí at Sam-bandsveljarar og Javnaðarveljarar settust aftur, men høvdu eina hampuliga atkvøðufram-gongd síðani valið 2001. Er Gallup-kanningin eftirfarandi, so eydnaðist tað teimum veruliga at seta trumf á tað seinasta kvøldið í Norðurlandahúsinum. So vóru tað Jenis av Rana og Malan Johansen ? og kanska Anfinn Kallsberg ? ið vóru veruligu vinnararnir á seinastu orrustuni í valstríðnum.
Valstríðið
Serliga teir loftbornu miðlarnir royndu at byggja ein spenning upp til tann avgerandi dystin í Norðurlandahúsinum, har alt kundi verða avgjørt, sum tað varð sagt.
Tað er ikki vist, at tað var so. Men tað er heldur ikki óvist, at okkurt er um hetta. Tað, sum aðrastaðni er granskað í týdningin av valstríði fyri einum valúrsliti, gevur ábendingar báðar vegir.
Ímóti talar, at eru summir javnaðarveljarar misnøgdir um skattapolitikkin, so var sofan ivaleyst longu vald nakað væl áðrenn. Tað sama við sambandsveljarum, sum ilskast inn á vantandi stevið hjá teimum valdu umboðunum kring landið.
Somuleiðis er ivasamt, hvussu nógv mundu sita samfullar tríggjar tímar og hyggja at endaspurtinum á einum dovnum og keðiligum valstríði. Onnur enn tey frelstu, ið longu høvdu tikið avgerð.
Hinvegin so skerst ikki burtur, at teir smáu flokkarnir, sum stóðu seg væl hetta kvøldið, megnaðu at gera forsøgnina hjá Gallup til skammar, meðan Javnaðarflokkurin ikki vann tann sigur, honum varð lovað.
So tað er kanska ikki heilt burturvið at dvølja eitt sindur við, hvussu flokkarnir hvør í sínum lagi royndu at fáa ta seinastu lesullina, ið kundi gera munin, til høldar.
Grundleggjandi so kunnu flokkar í einum valstríði velja ímillum at royna at hevja seg sjálvar ella leypa á aðrar flokkar og niðurgera teir. Samstundis er tað umráðandi at duga at gera ein ognarrætt galdandi til mál, sum veljarar hava tokka til.
At hevja seg sjálvan og gera krav galdandi upp á serlig mál er ikki so trupult. Verri er at leypa á og niðurgera aðrar flokkar, tí tað krevur eitt ávíst skynsemi. At leggja eftir flokkum, ið eru longst frá einum, er sjálvandi tað mest einfalda. Harvið fært tú eisini lýst teg sjálvan best við at kunna lýsa ein mun, sum sæst. Men har er sjáldan tað stóra at vinna av atkvøðum. Tær finnur tú heldur hjá teimum flokkum, ið standa tær nærri. Trupulleikin er bert tann, at verður lopið á ov ógvusligt, so kann tað skapa gjáir, ið gera tað torført at koma í samgongu síðani.
Hetta er alt viðurskifti, ið gera seg galdandi, tá ið vit tosa um vanligan politikk. Tað er bara tað við tí, at fólkatingsval í Føroyum víkir munandi frá. Upp á ein máta, sum eisini sæst aftur í valstríðnum.
Siga vit, at ein politiskur flokkur vanliga hevur til uppgávu, at 1) føra valstríð, 2) síðani royna at koma sær í eina líkinda samgongu til tess at 3) fremja sín politikk, ja so síggja vit skjótt, at í hesum førinum hava punktini 2 og 3 millum lítið og einki at gera við fólkatingsvalið. Valstríðið verður sjálvsagt merkt av hesum og snýr seg mangan um alt møguligt annað enn tað, sum fer fram á Fólkatingi.
Ilt er tí eisini at fáa eyga á tey mál á Fólkatingi, sum flokkarnir kunnu gera krav upp á at eiga. Fólkaflokkurin royndi seg t.d. við fiskidagaskipanini ? Sambandsflokkurin mutaði ímóti og gjørdi sítt krav galdandi til málið og heiðurin. Men hvussu er og ikki, so hevur tað ikki minsta vet við Fólkatingsarbeiðið at gera. Javnaðarflokkurin royndi seg í sínum lagi við bankaavtalu og krígspensiónum, men ivaleyst vóru hesi mál í so íligin til at fanga, hóast relevansurin var meira eyðsýndur enn fiskidagaskipanin.
Tá ið tað kemur til at hevja sín egna flokk ella niðurgera aðrar, so er rúgvan av málum rættuliga avmarkað samanborin við eitt løgtingsval. Tað nógva av orðaskiftinum kom tí at snúgva seg um leiklutin heldur enn um møgulig mál. Flokkarnir í samgonguni royndu hvør í sínum lagi at hevja seg sjálvar sum rætta flokkin at fremja samstarv við danir á Fólkatingi og samstundis leypa á størsta andstøðuflokkin, Tjóðveldisflokkin fyri at elva til stríð við danir og dyrka konfrontatiónina.
Eitt er so tað, at soðið ikki kann vera annað enn tunt undir hesum umstøðum, og valstríðið vil koma at hanga í leysum lofti, tí tað snýr seg ikki um at fáa vald til tess at fremja ein ávísan politikk. Annað er tað, at flokkar í samgongu eru meira læstir enn teir í andstøðu. Her tykist tað at hava týdning, um løgtingsval er í hondum, sum vit upplivdu tað í 2001 og 1998, ella sum nú, at samgongan er nýggj og skal royna at halda saman eini trý ár afturat. Samgonguflokkarnir hava verið darvaðir av hesum, kanska serliga Sambandsflokkurin, sum helst skuldi staðið fríur og kunna lagt seg eftir at kappast um atkvøður við Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin í hvør sínum borði. Annað dømi er tann óvanliga spakføri Óli Breckmann, sum ikki kundi føra seg fram sum tann sanni krossfararin móti sosialismuni ? eisini á Danatingi ? eftirsum hann var partur av parlamentariskum grundarlagi undir sosialdemokratiskum løgmanni í Føroyum.
Hinvegin stóðu andstøðu-flokkarnir fríir at herja á. Tjóðveldisflokkurin leyp á flestastaðni. Samgonguflokkarnir fingu toyggið í eini røð av mál-um frá landskassatøming til yvirtøkulógina. Men tað var ikki tað sama veiggið í hesum álopum sum so mangan fyrr. Her varð hann tikin av Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, sum nógv meira miðvíst megnaðu at leggja samgonguflokkarnar undir trýst í spurninginum um yvirtøkulógina og samstundis skapa iva, um tað loysti seg at líta teimum til at standa fyri hesum. Kanska var tað tað, at Tjóðveldisflokkurin hevði valt høglbyrsuna at skjóta við, kanska var tað tað, at hann samstundis skuldi brúka tíð og orku at hevja upp og verja sítt virksemi innan Norðuratlantsbólkin. Hvussu er og ikki, so stóðu teir smáu andstøðuflokkarnir seg betur í kappingini við tann størra, tá tað ráddi um sáa iva um valevnini hjá samgonguni og harvið vinna atkvøður hesa seinastu avgerandi løtu.
Miðflokkurin hevði so harafturat enn einaferð dugað at funnið sær mál og leiklut, so hann skilti seg væl og virðiliga burtur úr ógreiðu rúgvuni. Hann boðaði frá, at hann vildi royna at ávirka fólkatingslimir við sínum kristnu virðum og stórt sæð øll lógarmál á Fólkatingi.
Samgonguflokkarnir komu ringast frá hólmgonguni. Andstøðuflokkunum eydnaðist at sáa iva um ætlaðu yvirtøkulógina, og hvat ið hesir flokkar kundu røkka við tí hálovaða samstarvinum á Fólkatingi. Samgonguflokkarnir mistu meira ella minni henda trumf á gólvið í Norðurlandahúsinum. Eftir høvdu tveir teirra statsmanstrumfin. Fólkaflokkurin ein fyrrverandi løgmann og Javnaðarflokkurin ein núverandi. Her stóð Fólkaflokkurin munandi sterkari, tí verandi løgmaður var í roynd og veru ikki eitt veruligt valevni til Fólkatingið. Sambandsflokkurin við nýggjum og ungum formanni kláraði ikki rættuliga at vera við í hesi ójøvnu kapping. Og tá so ein bannsettur spyrjari úr salinum slapp at eksaminera nýggja sambandshøvdingin í donsku grundlógina, varð hann latin úr fyri opnum skíggja, meðan hini valevnini sluppu at ganga frí.
Tað er sjálvandi ikki vist, at tað, sum fór fram í Norðurlanda-húsinum sunnukvøldið fyri fólkatingsvalið, hevði stórvegis ávirkan á valúrslitið. Men tað er kortini tankavekjandi, at úrslitið speglar hetta kvøld so væl.