Valið er so kensluborið, at eingin sigur nakað

Ymiskar meiningar eru um, hvørt Oyndarfjørður eigur at leggja saman við aðrari kommunu beint nú

Fólkaatkvøða

Í valstýrinum í Oyndarfirði sita Hjørleif Gaard, Hilmar Petersen og Eyðbritt Jacobsen. Hjørleif hevur sitið í valstýrinum í eini 20 ár og tey seinastu árini sum formaður. Yngstur í valstýrinum er Eyðbritt.
Vit prátaðu eina løtu við tey trý, meðan vit bíðaðu eftir fyrstu veljarunum.
Sum skilst, vóru ymiskar metingar um, hvørja støðu oyndfirðingar fóru at taka í gjár.
- Eg vænti, fólkið velir samanlegging, sigur Eyðbritt.
- Væntar tú tað? Nei, tað vænti eg ikki, sigur Hilmar.
Og soleiðis gongur prátið.
Formaðurin í valstýrinum, Hjørleif, er eisini ivingarsamur um, hvat úrslitið verður, men sum skilst, væntar hann neyvan, at oyndfirðingar fara at atkvøða fyri samanlegging beint nú.

Kensluborið val

Spurd, um hetta mál hevur verið nógv umrøtt seinastu dagarnar, siga tey trý, at tað halda tey ikki.
Men er hetta ikki eitt viðkvæmt mál ? tað, at ein kommunan, sum er sjálvstøðug, nú skal atkvøða um samanlegging.
- Jú, eg haldi, hetta málið er so kensluborið, at eingin tosar um tað.
Hóast fá fólk vóru á vali í Oyndarfirði fyrsta tíman týsmorgunin, meðan Sosialurin var fram við, væntaðu tey trý, sum sita í valstýrinum, at nógv fólk fóru at atkvøða, áðrenn valhølini lótu aftur klokkan 20.

Tvær brævatkvøður

Brævatkvøðurnar á hesum valinum eru tó nógv færri enn vanligt, einans tvær í tali ? og hesar vórðu tær fyrstu, sum týsmorgunin fóru í valkassan.
Hvussu leikur fer, er ógjørligt at meta um, men greitt er, at hetta kann gerast eitt spennandi val, har úrslitið ikki er givið frammanundan.