Valið í Afghanistan eydnaðist væl

Valdagurin í Afghanistan gjørdist ikki so ófriðarligur, sum myndugleikarnir stúrdu fyri. Valið gekk nógv betur enn væntað, siga myndugleikarnir. -Vit høvdu roknað við munandi fleiri atsóknum við bilbumbum og sjálvmorðsbumbum, men tað hevur verið rættiliga friðarligt. Okkurt smávegis hevur verið, men einki aftur ímóti tí, sum vit bóru ótta fyri, sigur danin Kai Vittrup, sum stendur á odda fyri ES-løgregludeildini í Afghanistan.

Hamid Karzai, forseti, segði í dag, at valið eydnaðist sera væl, og NATO-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, er eisini væl nøgdur við dagin.

-Tey fyrstu tíðindini hava verið hugalig. Eitt nú hava fleiri valstøð verið opin, enn vit væntaðu, sigur aðalskrivarin, sum er á vitjan í Íslandi.