Starvsfólkafelagið Hvonnin skipar fyri valfundi í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í dag klokkan 16, har umboð fyri allar flokkar luttaka.
- Vit ætla, at politikkararnir skulu greiða okkum frá, hvat teirra hugsan er um heilsupolitikk í Føroyum, siga fyrireikararnir.
Politikkararnir hava eitt stutt innlegg hvør, og so verður høvi hjá fundarfólkinum at seta spurningar.
- Vónandi møta fólk fjølment og seta spurningar, soleiðis at vit fáa eitt spennandi og lívligt kjak afturvið einum góðum kaffimunni, siga tey.
Orðstýrari verður Símun J. Hansen
Umboð fyri flokkarnar:
Fólkaflokkurin: Aibritt á Plógv
Sambandsflokkurin: Sæunn Óladóttir Hansen
Javnaðarflokkurin: John Johannessen
Sjálvsstýrisflokkurin: Teitur Vágadal
Tjóðveldisflokkurin: Páll á Reynatúgvu
Framsókn: Ruth Vang
Miðflokkurin: Jenis av Rana