Vælferðarsamfelagið Føroyar er í fokus á politiskum valfundi í Sjónleikarhúsinum í Havn í kvøld.
Allir flokkar eru við, umframt live-tónleikur við Terja Rasmussen. Vælferðarsamfelagið Føroyar er í fokus á politiskum valfundi í Sjónleikarhúsinum í Havn kvøld.
Tá fara umboð fyri politisku flokkarnar at svara spurningum frá veljarunum.
Tey bleytu virðini eru vorðin eitt loysunarorð í valstríðnum, og undir yvirskriftini Vælferðarsamfelagið Føroyar skipa Rás2 og Sosialurin fyri politiskum kjakfundi í Sjónleikarhúsinum.
Millum evnini, sum verða viðgjørd eru Eldraøkið, Heilsuverkið og Stakir Uppihaldarar.
Við pallborðið sita Bill Justinussen fyri Miðflokkin, Jógvan á Lakjuni fyri Fòlkaflokkin, Bergtóra Høgnadóttir Joensen fyri Tjóðveldi, Katrin Dahl Jacobsen fyri Javnaðarflokkin, Kári á Rógvi fyri Sjálvstýrisflokkin og Georg L. Petersen fyri Sambandsflokkin.
Høvi verður hjá øllum veljarum at spyrja valevnini um vælferðarpolitikkin og at gera viðmerkingar.
Á skránni er eisini livandi tónleikur við Terja Rasmussen.
Valfundurin er almennur, frá klokkan 20 til 22 í kvøld. Fundurin verður eisini sendur beinleiðis á Rás2.