Valfundur fyrsta tiltak í nýggju høllini í Kaldbak

Endabresturin í valstríðnum í Tórshavnar kommunu er í kvøld í nýggju høllini í Kaldbak.

Umboð fyri allar flokkar og listar eru við á fundinum við nøkrum av teimum fremstu valevnunum.

Kaldbaks kommuna var fyrsta kommunan í Suðurstreymoy, sum legði saman við høvuðsstaðarkommununi í 1974 við endaligum gildi í 1976. 

 

Tá búðu á Sundi, í Kaldbaksbotni og í Kaldbak undir 100 fólk, men í dag búgva um 250 fólk í teimum trimum bygdaløgunum við fjørðin.

 

Fundurin er almennur og byrjar klokkan 19.