Valfundir í arbeiðstíð

Kringvarpið skal spara, og tí eru ikki ráð til at halda valfundir í sjón­varp­i­num. Hesum hevur kring­varps­leiðsl­an boðað frá.

Men tey hava lovað, at tey nokk skulu koma kring land­ið kortini.
Vit hava hoyrt tveir val­fund­ir sunnan úr Suðuroy hesa vikuna. Men tað undr­un­ar­sama við hesum val­fund­um hevur verið, at teir hava verið hildnir mitt um dag­in!
Fólk í Suðuroy undrast – og rætt er, at tað av sonn­um er lítil sómi hjá Krin­g­varpi­num at vísa fólki kring land­ið, at tey skulu koma á val­fund millum klokkan 13 og 14 seinn­a­partar.
Hvør kann tað, hvussu nógv møta upp? Og hví kann Kring­varp­ið ikki ar­beiða um kvøld­ið?
Meðan Kring­varps­buss­uri­n koyrdi í Suð­ur­oy, so vóru ikki færri enn trígg­ir fund­ir í Havn í gjár, har flokk­ar løgdu fram sína val­skrá. Fyrstu var Javn­að­ar­flokk­urin longu klokkan hálv­g­um níggju. Næstur Mið­flokk­urin klokkan 10 og síð­ani Tjóð­veldi klokkan 13:30.
Public Service kring­varp­ið náddi ikki fyrsta fund­in, og tí fingu hyggj­ar­ar hjá Degi og Viku ikki boð­skap­in frá frá Javn­að­ar­flokk­i­num, men bara frá Mið­flokki og Tjóðveldi.
Kundi verið áhugavert at vita, um hetta var fyri at revsa mannin á peng­a­kass­a­num. Tá privatu miðl­ar­nir hava ráð, so hevur Kring­varp­ið eisini ráð at møta hjá øll­um flokkum, ella?