Valevni leingir við B36

Formaðurin í Unga Sambandinum spælir eisini við B36 í komandi kappingarári

Árni Guldborg Nielsen spælir eisini við B36 í 2016. Hetta váttar felagið á heimasíðu sínari.

 

Árni Guldborg Nielsen er 22 ára gamal. Hann trein av álvara inn á føroyska fótbóltspallin í fjør, tá ið hann vendi hóttandi tapi hjá B36 ímóti ÍF í Fuglafirði til sigur. B36 var aftanfyri 1-0, men innskifti Árni G megnaði næstan einsamallur at koppa dystin til fyrimuns fyri B36. Árni skoraði tvey mál, og B36 vann 1-2. Hesin sigurin hevði stóra ávirkan á, at tað var B36, sum vann sítt 10. føroyameistaraheiti hetta árið.

 

Kappingarárið 2015 hjá Árna hevur verið darvað av skaðum. Av tí sama náddi hann bert 315 minuttir á besta liðnum hjá B36 í ár.

 

Árni hevur tó onnur áhuga- og hjartamál enn fótbólt. Seinastu árini hevur hann verið formaður í ungmannafelagnum hjá Sambandsflokkinum. Hann stillaði upp til løgtingsvalið 1. september, men eydnaðist tað honum ikki at sleppa á ting. Árni fekk 27 atkvøður, og tað var ikki nokk á hesum sinni.

 

Nýggi sáttmálin hjá Árna Guldborg Nielsen er galdandi fyri 2016.