Tað gongur einki hjá fyrrverandi spanska stórfelagnum, Valencia, í hesum døgum. Eftir fýra umfør í sponsku La Liga, hevur Valencia tapt allar sínar fýra dystir og liggur harvið aftast í sponsku kappingini.
Hetta hevur ført við sær, at spanska felagið í kvøld boðar frá, at venjarin Pako Ayestaran, hevur fingið sekkin sum venjari í felagnum. Hann hevur bara staðið á odda fyri liðnum í nakrar mánaðir. Hann tók yvir eftir Gary Neville, sum eisini hevði sera trupult við at fáa skil uppá spanska felagið.
Hetta er sostatt triðja ferðin innanfyri tað seinasta árið, at Valencia hevur givið venjaranum sekkin. Síðst í november í fjør fekk portugisiski Nuno Santo sekkin, meðan Gary Neville fekk sekkin síðst í marts í ár.
Tað er ikki greitt enn hvør verður nýggjur venjari í Valencia.










