Valencia í finaluna

Barcelona vann seinnu hálvfinaluna á Valencia 2-1, men eins og hjá Bayern München var hetta ov lítið til at vinna samanlagt

Valencia vann nevnliga í fyrru hálvfinaluni heili 4-1á sponsku meistarunum, og við samlaða úrsltinum 4-3, hevur Valencia sostatt leikt seg í finaluna í Champions League, fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.


Høvdu tamarhald á

Tað var ongantíð líkt til, at Barcelon skuldi megna at venda gongdini í dystinum mikukvøldið. Valencia hevði so at siga alla tíðina tamarhald á støðuni, og satt at siga tóktist mótstøðuliðið alt ov stirvið, tá teir royndu at bróta ígjøgnum vælskipaðu valencia verjuni.

Esini var líkt til, at Barcelona tóktist vera bangnir fyri mótálopum frá Valencia, og tískil hevði útliðið meginpartin av dystinum gott tak á miðvøllinum, har teir vóru í yvirtali í mun til mótstøðuliðið.

Tá so liðskiparin, Mendieta, í seinna hálvleiki langaði bóltin í netið til 1-0 leiðslu til Valencia, tóktist samlaði sigurin at vera vísur, og hóast Frank De Boer og Philip Cocu skoraðu hvør sítt mál móti endanum av dystinum, so kom samlaði sigurin ongantíð í vanda.