Á aðalfundi leygardagin hjá Felagnum Miðlafólk fekk felagið nýggjan formann.
Formaðurin seinastu fýra árini, Anna V. Ellingsgaard, bar seg undan afturvali í formanssessin. Og í hennara stað varð valdur Georg L. Petersen, sum arbeiðir á Dimmalætting
Hini í nevndini eru Anna Ellingsgaard, Jógvan Hugo Gardar, Emil L. Jacobsen og Katrin Petersen. Eykalimir eru Árni Conradsson og Jógvan Jákupsson.
Fundurin varð hildin í Handverksdeplinum, sum Føroysk Miðlafólk hevur gjørt avtalu við um skrivstovusamstarv.
Tað er ikki vanligt, at ein fyrrverandi arbeiðsgevari verður fakfelagsleiðari. Georg L. Petersen var blaðsstjóri á Dimmalætting frá 1995 til 2002 - tey síðstu árini sum ábyrgdarblaðstjóri. Hann segði starvið frá sær, starvaðist eitt skifti sum journalistur í sjónvarpinum, til hann kom aftur í starv í táverandi familjufyritøkunum, har hann enn starvast - men nú sum vanligur blaðmaður.