Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen, býráðslimur í Klaksvík
Sum forkvinna í sosialunevnd føldi eg tað sum ein stóran dag tann 23. november, at vit í Klaksvíkar býráð høvdu møguleika, at atkvøða um, um vit skuldu fara undir at byggja eitt nýtt røktarheim í Klaksvík.
Akutti tørvurin á eldraøkinum fyri at sleppa á røktarheim eru 32 fólk, og góð 80 fólk standa á bíðilista.
At byggja eitt røktarheim til 24 búfólk hjálpir væl upp á akutta tørvin, og tá 1. byggistig er framt, verður tað lættari at fara undir 2. byggistig.
Ein skal minnast til, at íløgan at byggja nýtt røktarheim er ikki ein luksusíløga, men ein lívsneyðug íløga í okkara eldru, sum hava rætt til eitt virðiligt lív, eisini tað síðstu tíðina.
So tá ið almannaráðið boðaði frá, at nú var møguleiki fyri at søkja landskassan um stuðul til byggjan av nýggjum røktarheimi, var tað ongantíð nakar ivi í mínari sál. Her her skuldi Klaksvíkar kommuna ikki leggjast á boðini, men søkja um landskassastuðul.
Størsti kamelurin
Hettar hevur verið ein spennandi og strævin tíð fyri at náa á mál. Men størsti kamelurin sum skuldi slúkast, var at hækka skattaprosentið við ½ prosenti. Hækkan av skattatrýsti var ikki tað, sum vit ynsktu, men vit høvdu onki val, um vit skuldu byggja røktarheimið. Upprunaliga kravdi FMR, at vit skuldu hækka skattaprocentið við 1%, men undir sámráðingunum eydnaðist tað at fáa hetta niður á ½%.
Vit mettu, at hetta var nakað, vit kundu liva við, tí vit fingu nógv afturfyri. Fyrst og fremst hjálpir hetta upp á tann akutta tørvin á røktarheimsplássum og hartil kemur hetta at geva okkum uml. 35-40 nýggj arbeiðspláss. Haraftrat gevur byggingin av røktarheiminum nógv arbeiði í byggitiðini.
Samt býráð
Eg eri sera glað og takksom fyri, at alt býráðið hevur staðið so sterkt saman um hesa verkætlan, og er tað ein fantastisk styrki.
Tað eg veit um, er hetta fyrstu ferð í uml. 10 ár, at vit fara undir at skapa nýggj almenn arbeiðspláss her í kommununi.
Fortíð og framtíð
Tíðir broytast og vit skulu ikki gloyma, at tað er bert umleið 1 ár síðani, at kreppan rakti Klaksvíkar kommunu og serliga Klaksvíkin varð hart rakt. Her var neyðugt við alstórum sparingum, sum vóru í fleiri umførum. Bylgjurnar gingu høgt, arbeiðsloysið var sera stórt, samstundis sum mett var neyðugt at hækka skattaprosentið 1 prosent. Fleiri høvdu ilt við at síggja ljós fyri framman.
Størsta arbeiðsplássið í Klaksvík, Kósavirkið lukkaði, og hevði hetta við sær, at umleið 150 fólk vóru send út í arbeiðsloysi. Nógv vórðu arbeiðsleys og bátar og skip vóru seld av Klaksvíkini, o.s.v.
Nú umleið eitt ár eftir harða niðurtúrin sær nakað ljósari út. Kósavirkið er latið uppaftur, tó ikki á sama støði enn. Men alt er ein byrjan, at 40 fólk sleppa til arbeiðis, stutt áðrenn jól. Somuleiðis, sum bátar eru keyptir til Klaksvíkar.
Ja, vit í Klaksvíkar kommunu eiga at seta prís uppá, at vit eiga fólk, sum bróta uppum armar og ikki eru bangin fyri at byrja nakað nýtt. Hettar hevur givið okkum í mannaminnir arbeiði til nógvar hendur.
Rætt er eisini at nevna Norðhavnina, sum mong hava tosað niðursetandi um. Her eru stórar íløgur gjørdar, og spurt hevur verið, hvat vit skulu brúka havnina til. Men hygg í dag yvir á Norðhavnina, har tað er stuttligt at síggja aktivitetin. Har koma nú russiskir trolarar at umskipa og Norðborg leggur veiðuna upp har. Skjótt kemur uppisjóvarskipið hjá JFK at leggja veiðuna upp í Norðhavnini. Tá nú bæði Norðborg og uppisjóvarskipið og flakatrolarar leggja veiðuna upp her, so fara vit helst at síggja - og síggja eisini longu nú - frystiskip her norðuri at innskipa til útflutning. Hetta er at frøast yvir og er gott hjá Klaksvíkar Havn.
Framtíðin
Vit eru ikki komin á mál enn og fara at kempa víðari fyri at fáa fleiri føst og støðug arbeiðspláss hendanvegin. Klaksvíkin er so nógv tann størsti »næststørsti« býurin í Føroyum og skal hava status sum ein slíkur. Fyri at honum skal vera lív lagað eru landsins myndugleikar eisini noyddir til at seta fleiri almenn arbeiðspláss her. Onki er meir náttúrligt enn tað. Vit skulu hava fleiri útboð av ymiskum arbeiði her.
Tórshavn er okkara høvuðsstaður og fer altíð at vera tað, og vit skulu vera góð við høvuðsstaðin. Samstundis er bráðneyðugt, at landsins myndugleikar gera eitthvørt munagott fyri Klaksvík, sum er næststørsti býur í Føroyum við 5000 íbúgvum. Býurin hevur fiskivinnu sum høvuðsvinnugrein, men vit hava stóran tørv á øðrum arbeiðum eisini. Serliga vitannartungum arbeiðum fyri at fáa part av okkara lærda ungdómi aftur til heimstaðin. Her verða landsmyndugleikarnir noyddir at traðka til.