Valdsstríð í Burma

Nógv bendir á, at eitt veruligt valdsstríð hevur tikið seg upp í Burma ella Myanmar, sum landið eisini eitur.

Í gjár vildu fleiri útlendskar tíðindastovur vera við, at Khin Nyunt, forsætisráðharri, var tikin ella koyrdur frá. Khin Nyunt, sum er fyrrverandi generalur, bleiv tilnevndur forsætisráðharri, stutt eftir at altjóða samfelagið fordømdi Burma, tí myndugleikarnir høvdu sett andstøðuleiðaran Aung San Suu Kyi í húsavarðhald. Stutt eftir at hann hevði tikið við, segði forsætisráðharrin, at hann ætlaði sær at virka fyri einari demokratiskari tilgongd, og at hann ætlaði sær at fara undir samráðingar við andstøðuleiðaran.

Myndugleikarnir í Teilandi søgdu í gjár, at støðan í Burma er spent. Teilendski forsætisráðharrin, Thaksin Shinawatra, segði við tíðindastovuna AP, at eitt ella annað er í ferð við at henda í grannalandinum, men at enn dugdi hann ikki at siga, hvat tað er.