Søgan hjá smáu samfeløgunum í Norðurhøvum er søgan hjá toskinum og øðrum fiskasløgum. Hetta er grundarlagið undir búsetingarmynstrinum og búskapinum um okkara leiðir, og frælsu høvini skaptu ein mentalan radara, ið var markleysur. Havið var eitt sjálvtøkuborð og tilfeingið tóktist líka so endaleyst í rúmmáli sum havsins ómetandi víddir. Ikki fyrrenn vit, sum halda okkum standa ovast í vitsins og valdsins føðiketu, fóru undir menna alt meira framkomnar tekniskar skipanir, í royndini eftir at styrkja okkum um búskapin, kemur hóttafall á fundamentið.
Á fiskivinnuráðstevnuni í Klaksvík í 1973 hevði havfrøðingurin Erling Bakken eina sera góða lýsing av hesum fyribrigdinum, táið hann greiddi frá, hvussu sildin og makrelurin í Norðsjónum fjaraði burtur orsakað av ovveiði, síðani makrelurin í norskum sjógvi, hareftir atlanto-skandiska sildin, síðani loðnan og til endans toskurin í Barentshavinum. Javnvágin millum natúruna og menniskjað var skeiklað. Grádigheitin farin um øll mørk. Stovnsrøktin fallin fyri stutttíðaráhugamálum í privata og almenna búskaparpolitikkinum. Tað er júst á hesum vegamótinum, í hesi íðuni, har sterkastu máttirnir møtast, at vit hava tørv á einum havrannsóknarstovni, hvørs vísindaligu edilingar skulu vegleiða og tilmæla okkum um, hvør skynsamasta leiðin er at ganga, soleiðis, at javnvágirnar í Skapanarverkinum fáast í rættlag aftur.
Søgan um fiskimørkini er besta dømið um ómetaliga týdningin havsins ríkidømið hevur fyri vælferðina hjá fólkinum. Nobelvinnarin Haldór Laxness segði í 1930: ”Lívið er saltfiskur.” Eftir at lýðveldið var skipað ráddi um, at gera upp við 550 ára gamalt ráðaloysi og óskipaða umsiting av tilfeinginum í íslendskum sjógvi. Bretska-danska konventiónin frá 1901 varð søgd upp. Í 1950 fluttu teir fiskimarkið út á 4 fjórðingar og síðani kenna vit søguna um 12, 50 og 200 fjórðinga markið. Stríðini í kjalarslóðini fyri at verja matkovan, spísikamarið, hjá unga statinum, standa framvegis í søguni, sum einastandandi dømir um, hvussu hin veikari parturin kann vinna, um bara vilji, áræði, hjarta og heilur hugi eru mergurin í dagskránni fram ímóti einum eksistensiellum máli.
Í hesum stórpolitiska meldrinum kemur ein spelkin sandavágsmaður inn á pallin. Slektaður úr Bø og Vestmanna. Jákup Sverri Joensen, statsbiologur, sum í fleiri ár hevði verið virkin í danskari fiskifrøði á okkara leiðum, og sum nú varð settur oddviti á nýggjari vísindaslóð í Føroyum. Oftani var hann bert róptur ”frøðingurin”, teir vóru so fáir, og hetta var tíðin áðrenn inflatión var komin í hetta akademiska nýyðrið. Hetta er samstundis tíðin, táið lunnar vera lagdir undir eitt føroyskt universitetsumhvørvi á Debesarstrøð.
Hetta var eisini tíðin, táið stovnar og stovnsleiðarar í fólksins eygum vóru eitt og tað sama. Mikkjal Helmsdal, Niels Juel Arge, Chr. Matras, Jóannes Rasmussen, Fischer Heinesen o.s.fr. Eitt dømi um hetta er ein vinmaður mín, sum hevði verið nakað til skips, áðrenn vit byrjaði í Hoydølum í 1972. Hann var m.a. við Sundabergi, táið hesin søkk á heimleið, fulllastaður av Nýfoundlandsbankunum. Umframt vanliga gerandisdagin við at skjóta, hála, spleysa, bøta, bløðga, kryvja, heysa, spretta, ryggja og leggja flakta toskin í salt hevði hann serligan áhuga fyri djúpara eksistensinum. Kannaði maga, nitrur, táknir o.a., og tað sigst, at hann breyt vakt fyri at gera seg meira kunnugan við hesi viðurskifti. Norðoyingar, sum yvirhøvur eru skemtingarsamir menn, vóru skjótir á takinum, og góvu honum eyknevnið Jákup Sverri. Eftir fiskifrøðiligu legenduni úr Sandavági. Vit ættleiddu eyknavnið og millum vinmenninar verður hann framvegis bara róptur Jákup Sverri. Alias Ásmundur Guðjónsson, sum seinri gjørdist biologur/fiskifrøðingur, og nú virkar sum slíkur á fiskivinnudeildini hjá Norðurlandaráðnum.
Søgan sigur okkum nakað um reflektión. Um eitt ávíst mentalt samband millum stovnin og okkara fiskimenn, sum oftani hevur verið í meira lagi ambivalent og lítið ekvivalent. Til tað eru søga og hagtøl ein alt ov herskin biti av svølgja.
Táið føroyingar fylgja heimsrákinum, og flyta sítt fiskimark út á 200 fjórðingar, gerst politiska skipanin ein týðandi partur av sferuni millum fiskimenn og fiskifrøðingar. Tíðin er komin til at tryggja matkovan, spísikamarið, undir danska heimastýrinum í Norðurhøvum, og republikkini, táið hon kemur. Búskapar- og fiskivinnupolitikkur eru, soleiðis sum Føroyar eru samanskrúvaðar, at kalla eitt og tað sama. Hóast rímilig vælvild verður sýnd Fiskirannsóknarstovuni, sum vísindaligum stovni, og tilmælandi organi um tøku úr tilfeinginum, so stórtrívist gamla mentala lagið, um frælsu høvini, innanvert nýggju avmarkingarnar. Vit subsidieraðu heldur enn at umstrukturera. Meginorsøkin til ringa standin í fiskiveiðini fyrst í nítiárunum og búskaparliga kollapsið um sama mundið.
Fiskimaðurin og fiskiskipararnir eru ongantíð nóg grammir, annars kunnu teir ikki brúkast. Teir eru havsins kóvboyarar, sum skulu herja á øll mørk, og trívast best, har sum teir ikki grynna. Andvektin er politiska skipanin, sum eigur at vega eftir avmarkingini og skipa lunnindini fyri einum áhaldandi og støðugum grundarlagi undir búskapinum. Hon skal skipa samfelagið í síni heild yvir tíð, og eigur ikki at lata seg draga inn í ein resonans, ið verður stýrdur av sterkastu stutttíðaráhugamálunum í vinnuni. Hetta snýr seg bara um, at hvør heldur seg til sín dont, og júst á hesum mótum hevur nationali havrannsóknarstovnurin ein ómetaligan týdning. Hvørs starvsfólk skulu leiðbeina okkum fram til tað, sum allur heimurin tosar um í dag, eina burðardygga fiskiveiði- og vinnu. Tað er Hjalti, sum skal læra okkum at balansera av nýggjum.
Vit veiða eftir lívfrøðiligum ásetingum í Barentshavinum, á Íslandsmiðum, á Flamingjagrunni og á Stóra banka, eftir strandalandasemjum um sild, makrel og svartkjaft, tað er bara á egnum leiðum, at tað knípir við skynseminum – stovnsrøktini. Vit uppfunnu ein karm eftir kreppuna, ið er lanseraður um allan heim sum eitt perpetuum mobile. Eitt ævinligt gonguverk. Sjálvregulerandi í allar endar og kantar, varð sagt. Fiskidagaskipanin. Hesum er fremsti vísindastovnurin í landinum neyvan samdur við politisku skipanina og vinnuna um. Hóast óteljandi ávarðingar og líka nógv sløg í politisku dýnuna, hevur tað verið sum at sletta vatn á gás. Veiðitrýstið vaks og biomassin og avreiðingarnar minkaðu. Stutttíðaráhugamálini og regional atlit stjórnaðu politikkinum og frøðingarnir vórðu alment parkeraðir burtur úr valdssferuni sum cand. dittar og cand. dattar av monnum í landsins evstu sessum. Ímeðan er biomassin í toskastovninum minkaður 7 ferðir og fiskiveiðan minkað tríggjar ferðir í mun til meðalveiðuna í hundrað ár. Búskaparliga grundarlagið undir tjóðini er hótt, nú toskastovnurin ongantíð hevur verið minni, og millumtjóða havgranskingarstovnurin ICES mælir til eitt moratorium – veiðibann.
Stundin er komin til eina trípartasemju, har lívfrøðiligu tilmælini vera vektað við heilari megi, táið kvotur og fiskidagar verða ásett. Vísindin hevur onki vald, hon er óheft og greinandi. Valdið liggur hjá kapitalinum og politikkarunum. So máttmikið, at tað við skeivu amboðunum kann útradera tað sum fyri er, - niðari í føðiketuni. Civilisatiónin rópar eftir eini loysn, sum er grundað á vísindina, ið hevur skipað sínar metodur í mun til óheftni, avmarkingar og burðardyggleika. Próvbyrðan má flytast. So mentað, sum vit halda okkum vera, sum partar av vesturlendsku vælferðarsamfeløgunum og teirra siðalæru, taka vit oftast støðið í tí veikasta partinum í samfelagnum. Í fiskiveiðini á egnum leiðum hevur tað verið diametralt øvut.
Hetta siðaskiftið varð roynt á Ólavsvøku í fjør við buldur og brak, ongin ivi er tó um, at hetta bara var byrjanin til tað, sum koma skal. Framtíðina, har Hjalti og hansara teknar ikki bara vera valdsins endurtakandi ringa og troyttandi plága, men grundsúlan undir skilagóðari stovnsrøkt og harvið meginásini undir føroyska búskapinum.
Allar broytingar krevja sína tíð. Mentala skiftið í høvdinum á fólki kvinkast ikki eftir einum degi, og lopið er langt, sum Andrias Reinert segði tað so væl í sjónvarpinum: ”Í byrjanini var sannleikin størri í tí, sum messudrongurin umborð á danska havrannsóknarskipinum Dana segði, enn tað sum føroysku frøðingarnir umborð í Jens Chr. Svabo høvdu fyri munni, um lívfrøðilig viðurskifti kring oyggjar okkara.”
Fiskirannsóknarstovan hevur verið ein vísindaligur og samfelagsligur kastali í Føroyum. Ein skansi, sum stór virðing stendur um, serliga í útheimi. Nú vantar bara, at føroyingurin vil kennast veruliga við sítt egna barn, serliga tann partin, sum kann viðføra optimalari skipan av fólksins materiella gerandisdegi. Til hetta krevjast amboð, og eitt av teimum er nýggja havrannsóknarskipið, sum vit fólksins tænarar væntandi finna rúm fyri, í heimastýrisins finansum, áðrenn ársskiftið komandi. Burturav størsta og fremsta granskingaravbjóðing tjóðin hevur staðið andvegis í nýggjari tíð.
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. - Mátti byrurin verið Havstovuni happadrúgvur.