Tørvur á atfinningum
Framstig og nýbrot innan vísindaligt arbeiði er treytað av, at ein áhaldandi setir spurningar við vanligar, siðbundnar og ofta ov illa umhugsaðar fatanir og niðurstøður. Atfinning er eitt lyklaorð í vísindaligum arbeiði. Funnist eigur ikki vera at vísindafólki og arbeiði teirra fyri at peika á villur og at sápla niður teirra avrik. Nei, atfinningar eiga at verða gjørdar fyri at skapa fyritreytir fyri nýggjum úrslitum og vísindaligum frambrotum. Hetta er eisini galdandi innan samfelags- frøðiliga/stjórnmálafrøðiliga greining. Samfeløg broytast og mennast, og tí er neyðugt at menna ástøði, sum kunnu lýsa og forklára broytingar og avbjóðingar og tey hugtøk og fyribrigdi, sum eru knýtt at samfelagstilgongdini. Hetta merkir ikki, allar áður framdar niðurstøður og ástøði skulu vrakast. Nøkur ástøði kunnu nýtast til at forklára nútíðar fyribrigdi, og onnur ástøði mugu tillagast við støði í nýggjari vitan, og onkuntíð er neyðugt at vraka áður góðkend ástøði.
Valdsbýti og politiskur stabilitetur
Ofta verður sagt, at besti háttur at skapa politiskan stabilitet, er at býta valdið í tríggjar partar sambært læru Montesquieus. Hetta er ein vanlig fatan, sum sjáldan spurnartekin verður sett við. Kann tað vera, at henda fatan hevur tørv á endurskoðan? Í hesum sambandi er viðkomandi og áhugavert at spyrja, um tað er tilevningin av valdi í stjórnarskipan, sum er variabulin, sum forklárar politiskan stabilitet ella óstabilitet. Nógv gransking er gjørd í samband við politiskan stabilitet í ávikavist tingræðisskipan og forsetaskipan, og vísindaliga orðaskiftið heldur áfram, tí semja er ikki um, hvussu sambandið er ímillum stýrisskipanarslag og politiskan stabilitet. Fleiri granskarar eru tó samdir um, at empiriska tilfarið avdúkar, at skipanir við tingræði veita størri stabilitet enn forsetaskipanir. Um hetta er so, er tað áhugavert í sambandi við ta vanligu fatanina av valdstríbýtinum, tí so er prógv fyri, at ein skipan (tingræðisskipan), sum ikki inniheldur veruligt valdstríbýti sambært Montesquieu, veitir størri politiskan stabilitet enn tann skipan nú á døgum, sum í ávísan mun kann setast í sambandi við valdshugsan Montesquies, nevniliga forsetaskipan. Hetta eigur at fáa ein at steðga á og seta spurnartekin við vanligu fatanina.
Men ein atfinning er, sum í nógv størri mun eigur at fáa fólk at endurskoða vanligu fatanina. Hetta snýr seg um staðfesting av variablum, sum forklára politiskan stabilitet. Er tað so, at tilevning av valdi í einari stjórnarskipan, forsetaskipan ella tingræðisskipan, ikki er avgerandi variabulin, ið forklárar politiskan stabilitet ella stjórnarkollaps? Empirisk greining tykist at staðfesta, at ikki er grundarlag fyri at koma til ta niðurstøðu, at ein variabul er avgerandi fyri, um ein politisk skipan er stabil ella fellur saman. Í greinini Why Democracies Collapse: The Reasons for Democratic Failure and Success vísa Abraham Diskin o.o. á fleiri variablar, sum eru avgerandi fyri politiskan stabilitet ella stjórnarkollaps. Tilsamans 11 variablar, sum eru knýttir at politiskum stabiliteti, eru kannaðir í 30 londum, har fólkaræði er fallið saman, og í 32 londum har fólkaræði hevur verið stabilt. Kanningin staðfestir, at tað serliga eru 5 variablar, sum eru avgerandi fyri ta politisku gongdina í hesum londum. Í niðurstøðuni verður sagt:
”Variables from all four categories examined (institutional, societal, mediating, and extraneous) proved to be related to the collapse of democracy. It is evident, however, that the most importan cluster is composed of societal variables. It is important to emphasize that no single variable on its own is capable of predicting democratic collapse. The findings show not only which variables are related to the collapse of democracy, and in what hierarchical order, but that the key to the demise of a democratic system is a combination of variables.”
Ein slík staðfesting ger upp við fatanina, sum sigur, at verður valdið tríbýtt sambært hugsan Montesquies, so er hetta ein trygd fyri politiskum stabiliteti og verja ímóti stjórnarkollapsi. Vanliga fatanin eigur at endurskoðast og vrakast, tí veruleikin er ikki so einfaldur, sum mong halda. Nakrir av teimum týdningarmiklastu variablunum eru: klovningar (cleavages), vánalig búskaparstøða og daprar søguligar royndir.
Skilabest er at vraka vanligar fatanir, tá ið veruleikin ikki hóskar til hesar fatanir. Verður hesin logikkur fylgdur, er ikki annað at gera enn at vraka vanligu fatanina av sambandinum millum valdstríbýti sambært Montesquieu og politiskan stabilitet.
Vanliga verður hildið, at valdið er tríbýtt: lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Í tingræðisskipan og forsetaskipan er valdið formelt býtt í tríggjar partar. Hví verður mett, at best er at skipa eitt tríbýti av valdi? Hetta er ein ógvuliga áhugaverdur og viðkomandi spurningur. Er tað víst, at umtalaða valdsbýti er besta ella einasta trygd fyri politiskum stabiliteti, rættindatrygd og ágangi frá almennu myndugleikunum?
Finnast betri skipanir?
Tað tykist ofta, at nógv fólk eru komin til ta niðurstøðu, at menniskjað hevur funnið ta frægastu loysnina í sambandi við at skapa eina politiska skipan, har stjórnin á góðan og virðiligan hátt stjórnar fólkinum, forpliktar seg at hava tamarhald á sær sjálvari og tryggjar borgarunum grundleggjandi rættindi og politiskan stabilitet. Finnast ikki betri loysnir enn tær, sum nú á døgum verða mettar at vera tær bestu? Tað tykist løgið, at tað næstan ongantíð verður ført fram, at betri loysnir munnu finnast. Tá ið ein hevur í huga tað bjartskygnið og ta framburðartrúgv, sum hava verið grundarlag fyri menningini í framkomna og modernaða heiminum, er trupult at skilja, hví framburðartrúgvin ikki eisini kann flytast yvir til politiskt-vísindaliga økið og seta spurningar við verandi skipanir, sum ofta virka illa, og geva boð uppá, hvussu betri skipanir kunnu mennast. Tað eru ikki fullkomnar loysnir, sum her verða eftirspurdar, tí tær finnast neyvan. Tað er viljin at royna at skapa betri loysnir, ið ein sóknast eftir.
Fyrisitingarstaturin – tað fjórða valdið?
Eitt menningareyðkenni í modernaða heiminum er sokallaði fyrisitingarstaturin (administrative state). Embætisveldi hevur verið partur av skipan okkara í longri tíð, so tað er ikki embætisveldi í sjálvum sær, ið er eitt nýtt eyðkenni; tað er støddin, kompleksiteturin, mannagongdir, reglugerðir o.sfr., sum geva embætisveldinum eina serstaka støðu í teirri politisku skipanini. Embætisveldið er í stóran mun sjálvstøðugt í skipanini, og eftirlitið við embætisveldinum er ofta vánaligt. Teir politisku leiðararnir (ráðharrarnir) hava ofta í veruleikanum lítla stýring á fyrisitingini. Eisini er ávirkanin hjá fyrisitingarstatinum á einstøku borgararnar vorðin nógv størri nú á døgum í mun til fyrr. Valdið hjá fyrisitingarstatinum er rættiliga stórt, og harvið er eisini størri vandi fyri valdsmisnýtslu. Henda støða kann lættliga seta borgararættindi í vanda. Leikluturin og valdið hjá fyrisitingarstatinum hevur týdning fyri siðbundnu fatanina av valdstríbýtinum. Um hetta sigur M. J. C. Vile í bókini Constitutionalism and the Separation of Powers:
“The reality of the working of government provides a difficulty for the traditional theory of the separation of powers, which divides the powers and functions of government into three, for, in effect, there are now four major sections of the political institutions of the democratic state: the legislature, the government, the administrative machine, and the judiciary.”
Tað er ikki longur nøktandi at siga, at valdið er býtt í tríggjar partar. Fyrisitingarveldið (embætisveldið) hevur ment seg til at blíva eitt slag av valdi í mun til tey trý siðbundnu vøldini. Fyrisitingin er vorðið tað fjórða valdið, so valdsbýti er: útinnandi vald, lóggevandi vald, dømandi vald og fyrisitandi vald. Hetta fýrabýti av valdi krevur eina endurskoðan av teirri politisku skipanini. Tørvur er á at menna eftirlitsmekanismur, sum kunnu fyribyrgja valdsmisnýtslu hjá øllum fýra vøldunum. Eins og ætlanin við valdstríbýtinum (og eftirlits- og javnvágskipanini, checks and balances á enskum) er at forða fyri ágangi á borgarlig rættindi, eigur ein endurskoðað skipan at innihalda eftirlitsmekanismur, sum á effektivan hátt forða fyri, at embætisfólk fremja valdsmisnýtslu og ágang ímóti rættindum borgaranna.
Tann vanliga og siðbundna fatanin av valdstríbýtinum hevur tørv á atfinningum og endurskoðan. Hetta eigur sjálvandi at verða gjørt í virðing fyri øllum undanfarnum politiskum heimspekingum, sum hava roynt at víst á, hvussu frælsistryggjandi og góðar stjórnarskipanir kunnu skipast.
Útvaldar keldur:
Alexander, Larry (ritstjóri): Constitutionalism. Philosophical Foundations.
Cambridge University Press, Cambridge 2001.
Barber, Sotirios A. Og Robert P. George: Constitutional Politics. Essays on Constitution Making, Maintenance, and Change. Princeton University Press, Princeton 2001.
ButleRitchie, David T.: The Confines of Modern Constitutionalism. Pierce Law Review, vol. 3, no. 1, s. 1-32, 2004.
Diskin, Abraham o.o.: Why Democracies Collapse: The Reasons for Democratic Failure and Success. International Political Science Review, vol. 26, no. 3, s. 291-309,
Sage Publications, London 2005.
Lane, Jan.Erik: Constitutions and PoliticalTheory. Manchester University Press, Manchester 1996.
Locke, John: Anden afhandling om styreformen. Det lille Forlag, Frederiksberg 1996.
Madison, James o.a.: The Federalist Papers. Mentor, a division of Penguin Putnam Inc., New York 1999.
March, James G. Og Johan P. Olsen: Rediscovering Institutions. The Organizational Basis of Politics. The Free Press, New York 1989.
Montesquieu, Charles Louis de Secondat de: Om lovenes ånd. Bind I og II. Gads Forlag, Keypmannahavn 1998.
Olsen, Henrik Palmer: Magtfordeling og mistillid. Greinin stendur í Grundlovens nutid og fremtid. Årsberetning 1998. Retsvidenskabeligt Institut B, Københavns universitet.
Olsen, Henrik Palmer: Magtfordeling. En analyse af magtfordelingslæren med særlig henblik på den lovgivende magt. Jurist- og Økonomforbundets Forlag, Keypmannahavn 2005.
Peters, Guy B.: Institutional Theory in Political Science. The “New Institutionalism”. Continuum, New York, 2001.
Rasmussen, Rúni: Valdsbýti. Føroyskt Lógarrit (FLR), vol. 5, no. 1, Tórshavn 2005.
Rasmussen, Rúni: Konstitutionalisma og stjórnarskipanir. Føroyskt Lógarrit (FLR), vol. 6, no. 1, Tórshavn 2006.
Vile, M.J.C.: Constitutionalism and the Separation of Powers. Liberty Fund, 2. útgáva, Indianapolis 1998.