Valdi útróður fram um arbeiði á landi

35 ára gamla norska kvinnan, Barbro Ovesen, tók av møguleikanum, tá pápi hennara spurdi, um hevði hug at gerast útróðarmaður Barbro Ovesen hevur arbeitt í móttøkuni á eini skrivstovu í norsku heimbygd síni, men tað ger hon ikki longur.

Tá pápi hennara spurdi, um hon hevði hug at gerast útróðrarmaður saman við sær á 38 fót stóra bátinum Krokenes, ivaðist hon í eina tíð. Hon hevði jú eitt trygt starv uppi á landi.

Og kortini kendist tankin at royna okkurt ótraditionelt dragandi.

At enda bað Barbro um farloyvi í sínum starvi og fór at rógva út. Tá farloyvi var úti hálvt ár seinni, segði hon seg úr starvinum í móttøkuni.

- Eg noyddist at velja og hugsaði, at onkuntíð noyðist tú at royna okkurt nýtt ? og kanska ótraditionelt. Hetta havi eg gjørt, og eg kenni á mær, at hetta var tað rætta fyri meg, sigur norska útróðrarkvinnan.

Tað er Fiskaren, sum ber hesi tíðindi.