Valdi Mark fram um Julian

Hóast tíðarritið TIME hevur kosið Mark Zuckerberg, stovnara av Facebook, til ársins persón í 2010, fekk Julian Assange flestar atkvøður frá lesarum blaðsins. Ársins persónur, sum lesarar hjá TIME valdu, fekk kortini ikki heiðurin sum Ársins persónur í 2010 og endaði tískil heldur ikki á forsíðuni í TIME.

Tann, sum flestu lesarar peikaðu á, var nevniliga Julian Assange. Hann fekk ikki færri enn 382.206 atkvøður.

Men hóast hetta, valdi Rick Stengel, blaðstjóri á TIME, at prýða forsíðuna við andlitinum á 26 ára gamla Facebook stovnaranum, Mark Zuckerberg.

Mett verður, at blaðstjórin ikki vildi velja Julian Assange, stovnara av WikiLeaks, til Ársins persón 2010, tí hesin er ákærdur fyri neyðtøku.

Blaðstjórin, Rick Stengel, sigur, at hansara val er grundað á, hvør persónur hevur havt størstu ávirkan á gerandisdagin hjá fólki.

- Hóast Julian Assange hevur havt nógva rúmd í miðlunum seinastu tíðina, vænti eg, at hann er gloymdur, innan 5 ár eru liðin, sigur blaðstjórin við adweek.com.

Stóra amerikanska tíðarritið Forbes metir, at Mark eigur umleið 35 miljardir krónur, tó ikki í reiðum peningi.

Mark Zuckerberg grundlegði Facebook og eigur stóran part av fyritøkuni í dag.