Valdið hjá Tórbirni Jacobsen

Leygardagin hin 10. juni skrivar Tórbjørn Jacobsen um eitt politiskt og búskaparligt kaos, sum verður, um Tjóðveldisflokkurin missir sítt núver

andi vald.

Tórbjørn Jacobsen, sum annars dugir væl at tosa og skriva, ger hesaferð, av politiskum áðum, eina skeiva niðurstøðu. Hann ger fleiri mistøk, sum eg her skal rætta:


Vilja hava broytingar

Fyri tað fyrsta, so vil Sambandsflokkurin so avgjørt hava broytingar. Okkara flokkur vil við Nýskipanaruppskotinum júst hava fleiri grundleggjandi broytingar í núverandi skipan millum Føroyar og Danmark.

Harnæst er eingin grundleggjandi munur millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin tá talan er um tann ríkisrættarliga spurningin, hóast flokkarnir, sum vera man, eru tveir ymiskir flokkar, (um enn ikki líka ymiskir sum Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin eru). Hetta veit Tórbjørn um hann hevur fylgt við tí politiska kjakinum tvey tey seinastu árini.

Men eg kann kortini hjálpa Tórbirni við at nevna nøkur øki, har semja valdar flokkana millum á tí ríkisrættarliga økinum:

1. Báðir flokkarnir ynskja eina nýggja skipan.

2. Flokkarnir ynskja eina loysn innanfyri ríkisfelagsskapin.

3. Flokkarnir ynskja eina skipan, sum greitt gevur Føroya Løgtingi evsta vald í yvirtiknum málum.

4. Flokkarnir eru samdir um, at ongar forðingar skulu vera fyri, hvørji mál kunnu verða yvirtikin.

5. Flokkarnir eru púra samdir um, at tíðin er búgvin til broytingar.

6. Somuleiðis eru flokkarnir púra samdir um, at nýggja skipanin í ríkisfelagsskapinum við Danmark og Grønland skal geva okkum møguleikar fyri reellum- og ikki bert formellum sjálvstýri í Føroyum. Eitt sjálvstýri, sum verður ment og útbygt í mun til okkara egnu umsitingarligu og fíggjarligu førleikar.

7. Flokkarnir eru samdir um, at teir hava eitt gott og greitt alternativ til loysing og fullveldi.

8. Flokkarnir viðurkenna, at ríkisstuðulin enn er ein týðandi partur av grundarlagnum undir okkara vælferðarskipan, men at arbeiðast skal framhaldandi ímóti búskaparligum sjálvbjargni, har vælferðin verður varðveitt og ment.


Mugu hava breitt samstarv

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa valla einsamallir alt valdið, eftir at Tjóðveldisflokkurin hevur rent seg fastan. Tað er tískil burturvið hjá Tórbirni bert at tosa um tveir flokkar, og serstakliga tá talan er um at gera sera tíðandi broytingar í verandi ríkisfelagsskapi.

Vit eru ikki, eins og Tjóðveldisflokkurin, nøgd við ein tepran meiriluta uppá 50,01%. Vit vilja heldur hava eina skipan, sum flest allir føroyingar kunnu taka undir við.


Fullveldi er kaos

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vilja ikki keypa eitt fullveldi, sum setir okkara ognir í veð. Slíkt ábyrgdarloysi vil føra til politiskt og búskaparligt kaos í Føroyum.


Breitt valdsbýti

Tórbjørn Jacobsen skrivar at Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen umboða ábyrgdarloysi, og at hesir menn kunnu ikki samstarva, og tí er vandamikið at geva teimum valdið.

Ein sera løgin niðurstøða hjá Tórbirni, sum júst er farin úr eini samgongu, sum hevur sett met í innanhýsis klandri og met í vantandi støðutakan, alt

Tað einasta sum verandi samgonga er samd um, er at skipa Føroyar sum fullveldi, langt áðrenn tíðin er búgvin til tess.

Tórbjørn Jacobsen veit, at vit ikki gera eins og í Tjóðveldisflokkinum, og tískil verður alt valdið ikki givið bert til tveir góðar tinglimir, men til í minsta lagi 21 góð løgtingsumboð, sum skulu endurnýggja viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.


Føroyingar

fáa størri vald

Nei Tórbjørn. Vit skulu ikki hava eina skipan, sum ger at Føroyar skulu vera undir donskum valdi. Vit skulu ístaðin hava eina skipan, sum skal styrkja okkara sjálvbjargni og geva okkum meira sjálvstýri, og tað eru Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin samdir um.

Tórbjørn hevur sostatt ikki fyri neyðini at vera so stúrin. Fáa Edmund og Jóannes valdið, ja so fær Tórbjørn eisini størri vald, um hann aftur tá verður løgtingslimur.


Tjóðveldisflokkurin - forðan fyri broytingum

Nú allar royndir um loysing eru miseydnaðar, átti Tór

bjørn at mælt sínum flokki til at flutt seg, soleiðis at løgmaður kundi umskipa verandi samgongu, og harvið tikið burtur allar trupulleikar um blokk, skiftistíð, rættindi og møguleikar.

Fekk løgmaður tann møguleikan, ja so fingu vit eisini eina skipan, sum fólkið vil hava. Ein slík skipan vil ikki forða fyri, at føroyingar einaferð í framtíðini taka fullveldi um umstøður tá eru til tess.


20. juni 2000

Trygvi F. Guttesen børn Spíran (útibarnagarðurin)

42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.

Tilsamans er hetta 128 børn.

Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.

Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.

Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.

Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.

Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.

Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.

Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.

Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.

Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.

Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.

Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.

Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.